Hanus Sørensen, Áki Samuelsen og Samuel Johansen Ckukwudi eru í vetur farnir útum landoddarnar aftur at royna seg. Nú fer ein annar ungur og evnaríkur spælari við uppvøkstri í fyrst og fremst HB hinvegin - aftur til HB.
Heini Fossdalsá Sørensen fór sum blaðungur til FC Midtjylland og hevði fleiri góð ár í einum av allarfremstu akademiiunum í Skandinavia, og spældi hoyvíkingurin millum annað dystir í UEFA Youth League.
Eftir at sáttmálin við FC Midtjylland gekk út á sumri 2023, skifti Heini Sørensen til Thisted FC. Sambært Transfermarket spældi tekniskt dugnaligi miðvallarin samanlagt 33 dystir og skoraði tvey mál fyri norðurjútska felagið, sum hann var við at halda uppi í triðbestu donsku deildini í 2023/2024.
Heini hevur spælt á øllum føroysku U-landsliðunum; millum annað tólv fyri U21-landsliðið sum hann framvegis hevur aldur til at umboða.
Seinastu tíðina hevur Heini vant við HB og eisini spælt í venjingardysti, og nú legst hann endaliga afturat hópinum hjá Adolfo Sormani.
Tað er sannlíkt, at Heini Fossdalsá Sørensen kann fáa stóran leiklut á miðvøllinum fyri barndómsfelagið í 2025, har hann fær fleiri royndir í vaksnamannafótbólti.
Partarnir hava gjørt tvey-ára sáttmála, hevur Portalurin fingið upplýst.
Heini Fossdalsá Sørensen aftur har tað byrjaði hjá honum í fótbóltshøpi: Í reyðum og svørtum og í Gundadali. Tað er als ikki óhugsandi, at hann fer at seta kósina útum landoddarnar aftur (Mynd: RSmedia/HB)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald