Annað

Helgi Dam Ziska vann FM triðja árið á rað

Føroyski stórmeistarin vann bæði meistaraheiti fyri einstaklingakappingar og altjóða kappingina.

Helgi Dam Ziska er aftur FM-vinnari
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Helgi Dam Ziska er aftur FM-vinnari (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-20 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FM fyri einstaklingar endaði í gjárkvøldið. Í samband við kappingina, var eisini ein altjóða kapping við trimum gestatelvarum. 

Helgi Dam Ziska fór ósigraður gjøgnum alla kappingina. Hann vann fýra talv og telvaði trý jøvn. Hann fekk tí 5½ stig av sjey møguligum, og endaði eitt hálvt stig framman fyri tveir av útlendsku gestatelvarunum í bólkinum. 

Útlendsku telvararnir vóru danski stórmeistarin Carsten Høi - danmarkarmeistari 1978, 1986 og 1992 - lettiski stórmeistarin Normunds Miezis - lettiskur meistari 1991 og 2006 - og sviin Drazen Dragicevic.

FM-finala:
 
Talvið millum Helga Dam Ziska og Olaf Berg í síðsta umfarinum fekk støðu sum FM-finala, tí Olaf var tann einasti av føroysku telvarunum, sum kundi fáa Helga aftur. Útlendsku telvararnir vóru ikki partur av kappingini um sjálvt FM-heitið. 
 
Men talvið millum FM-finalistarnar gjørdist ongantíð av álvara spennandi. Helgi telvaði væl og vann trygt við svarta fólkinum. Helgi endaði einsamallur á 1. plássi. Eitt hálvt stig aftari vóru Dragicevic og Miezis, sum báðir telvaðu ógvuliga væl og
 
 
Endaliga støðan í FM-bólkinum:
 
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2540 5½ stig
2. FM Drazen Dragicevic (Svøríki) 2334 5 stig
3. GM Normunds Miezis (Lettland) 2468 5 stig
4. FM Hans Kristian Simonsen, KT 2147 3½ stig
5. FM Olaf Berg, HT 2212 3½ stig
6. GM Carsten Høi (Danmark) 2354 3 stig
7. FM Carl Eli Samuelsen, HT 2196 2 stig
8. Sjúrður Thorsteinsson, HT 2228 ½ stig
 
 
Hinir bólkarnir: 
 
Kanska lutfalsliga besta einstaka avrikið í allari kappingini var tað hjá hinum 13 ára gamla Luitjen A. Apol í 1. bólki. Hann fekk 6½ av sjey stigum í alt og sigraði í stórum stíli. 
 
Luitjen man vera mest gávaði unglingurin í føroyskari telving í dag. Luitjen er abbasonur navnan, sum í síni tíð var í fremstu røð í føroyskari telving.
 
Í almenna bólkinum vóru fleiri um boðið, men Heðin Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag var tann drúgvasti, tá ið til stykkis kom.
 
Í unglingabólkinum var 11 ára gamli Elias Petersen leingi á odda, men í endaspurtinum fekk Benjamin Reinert Fjallheim hann aftur og streyk avstað við FM-heitinum.
 
 
1. bólkur (8 telvarar)
 
1. Luitjen A. Apol, HT 6½ stig
2. Leif Reinert Fjallheim, HT 5
3. Jóanes Vitalis Hansen, HT 4
 
 
Almennur bólkur (12 telvarar)
 
1. Heðin Gregersen, KTF 5½
2. Sjúrður Olsen, VT 5
3. Jaspur T. Gaard, HT 4½
 
 
Unglingar (8 telvarar)
 
1. Benjamin Reinert Fjallheim, HT 6
2. Elias Petersen, HT 5½
3. Flóvin Matras Tummasarson, KTF 5½
 
 
Helgi flest FM-heiti
 
Helgi Dam Ziska er nú tann av núlivandi føroyskum telvarum, sum hevur vunnið flest FM-heiti fyri einstaklingar. FM-sigurin í ár er hansara fimti í alt. Bara Heini Olsen, sáli, hevur í nýggjari tíð vunnið FM-heitið líka ofta. 
 
Helgi hevur nú eisini vunnið FM-heitið trý ár á rað. Tað er ikki hent síðani Heini Olsen vann í 1991, 1992 og 1993. Og fara vit uppaftur longur aftur, vann Luitjen Apol í 1974, 1975 og 1976.
 
Telvað hevur verið á hvørjum ári um FM-heitið síðani 1972, men áðrenn Talvsamband Føroya var stovnað í 1970 var eisini telvað um føroyameistaraheitið. Tey árini - frá 1938 til 1956 - vóru tað mest bara telvarar í Havn, ið kappaðust sínamillum um FM-heitið, tí tá vóru so fáir telvarar úti um landið, ið hættaðu sær at bjóða havnarmonnum av.
 
Stóri FM-kongurin í føroyskari telving er Palli Henriksen (1902-1980) úr Havn. Hann vann flestu ferðirnar, ið telvað var um FM-heitið árini fyri stovnan Talvsambandsins.
 
Niðanfyri sæst hvørjir hava vunnið meistaraheitið oftast.
 
J.P. Henriksen, HT 9  (1938, 1939, 1945, 1946, 1948, 1949, 1950, 1951, 1952)
Helgi Dam Ziska, HT 5 (2008, 2011, 2017, 2018, 2019)
Heini Olsen, KTF 5  (1989, 1991, 1992, 1993, 1999)
Tórarinn Evensen, HT 4  (1947, 1953, 1955, 1956)
Jens Chr. Hansen, TT 4  (1979, 1981, 1982, 1985)
Martin Poulsen, HT 4  (2003, 2004, 2006, 2009)
 
Í nýggju øldini sær FM-kongsrøðin soleiðis út:
 
2000 Flóvin Tór Næs, HT
2001 John Rødgård, VT
2002 Hans Kristian Simonsen, KT
2003 Martin Poulsen, HT
2004 Martin Poulsen, HT
2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006 Martin Poulsen, HT
2007 John Rødgård, VT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder