Annað

Helgi er á odda

Støðan broyttist í oddanum í FM-bólkinum í einstaklingakappingini í talvi í næstsíðsta umfari í gjár..

Helgi Dam Ziska liggur væl fyri til at vinna FM triðja árið á rað
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Helgi Dam Ziska liggur væl fyri til at vinna FM triðja árið á rað (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-19 12:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað varð telvað við størri kraft og flogi í gjár enn fyrradagin. Helgi syfti Hans Kristian Simonsen sum ein vøtt og vann flott og elegant í góðum álopstalvi. Á øðrum borðum lagaðu úrslitini seg eisini eftir vild hjá okkara stórmeistara.

Lettiski stórmeistarin Normunds Miezis var fyri sínum fyrsta ósigri í gjár. Svin Drazen Dragicevic knógvaði honum í einum spennandi og vælleiktum talvi. 
 
Og so var Olaf Berg aftur í rætta lagnum í gjár. Danski stórmeistarin Carsten Høi varð koppaður í einum roktalvi, har Olaf væl upplagdur fekk høvið at vísa síni kynstur og taktisku evni. Hetta er onnur ferðin seinasta árið, at Olaf vinnur á fleirfalda danmarkarmeistaranum.
 
Fjórða talvið í gjár var ógvuliga friðarligt. Carl Eli og Sjúrður samdust um remis eftir nakrar leikir. Sostatt slapp Sjúrður úr óndu ringrásini við fleiri ósigrum á rað. 
 
 
Støðan í Landsliðsbólkinum undan síðsta umfari:
 
GM Helgi Dam Ziska, HT 4½ stig
Drazen Dragicevic (Svøríki) 4
GM Normunds Miezis (Lettland) 4
FM Olaf Berg, HT 3½
FM Hans Kristian Simonsen, KT 3
GM Carsten Høi (Danmark) 3
FM Carl Eli Samuelsen, HT 1½
Sjúrður Thorsteinsson ½
 
 
Helgi og Olaf í FM-finalu
 
Í seinasta umfari í dag møtast Helgi Dam Ziska og Olaf Berg. Vinnur Olaf við hvíta fólkinum, stendur á jøvnum teirra millum, og tá áseta reglurnar umdyst um FM-heitið. Vinnur Olaf ikki, verður Helgi føroyameistari.
 
Hendir tað, er tað triðja árið á rað, at okkara stórmeistari er føroyameistari. Tað er bara komið tvær ferðir fyrr eftir stovnan Talvsambandsins, at telvari vinnur FM-heitið tríggjar ferðir í eitt koyr. Fyrra ferðin var, tá Luitjen Apol úr Havnar Telvingarfelag vann árini 1974, 1975 og 1976. Heini Olsen, sáli, úr Klaksvíkar Talvfelag endurtók bragdið við trimum FM-sigrum á rað árini 1991, 1992 og 1993.
 
Vinnur Helgi í ár er tað hansara fimta FM-heitið fyri einstaklingar. Hann kemur tá upp undir liðina á Heina Olsen og verður mest vinnandi núlivandi telvari hvat sigrum í FM-einstaklingakappingini viðvíkur.
 
Í 7. og seinasta umfari í dag verður telvað soleiðis í Landsliðsbólkinum:
 
Olaf - Helgi
Dragicevic - Høi
Sjúrður - Miezis
Hans Kristian - Carl Eli
 
 
Hinir bólkarnir
 
Hin blaðungi Luitjen A. Apol hugtekur øll við flottu sigursrøðini í 1. bólki. Hann hevur longu tryggjað sær sigurin í bólkinum og atgongd til FM-bólkin næsta ár. 
 
Í almenna bólkinum er hørð kapping um sigurin. Spenningurin er ikki minni í unglingabólkinum. Elias Petersen, sum hevur verið fremstur allan vegin, var fyri sínum fyrsta ósigri í gjár í talvinum móti Rógva Mørkøre. Benjamin Reinert Fjallheim nýtti høvið til at leggja seg á odda í bólkinum, og í síðsta umfari í dag møtast teir báðir oddafiskarnir í einari rættari FM-finalu sínamillum.
 
 
1. bólkur
Luitjen A. Apol, HT 5½
Leif Reinert Fjallheim, HT 4
Jóanes Vitalis Hansen, HT 4
Herluf Hansen, HT 4
 
 
Almennur bólkur
Heðin Gregersen, KT 5
Jaspur T. Gaard, HT 4½
Sjúrður Olsen, VT 4
 
 
Unglingar
Benjamin Reinert Fjallheim, HT 5½
Elias Petersen, HT 5
Flóvin Matras Tummasarson, KTF 4½
 
 
Flest FM-heiti 
 
Telvað hevur verið um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar síðani 1938. Í fyrsta umfari varð telvað til 1956, so var íhald í nøkur ár, byrjað var ikki aftur fyrr enn Talvsamband Føroya var stovnað í 1970. Síðani 1972 hevur verið telvað regluliga um FM á hvørjum ári um páskirnar.
 
Stóri FM-kongurin í føroyskari telving er Palli Henriksen (1902-1980) úr Havn. Hann vann flestu ferðirnar, ið telvað var um FM-heitið árini fyri stovnan Talvsambandsins.
 
Niðanfyri sæst hvørjir hava vunnið meistaraheitið oftast.
 
J.P. Henriksen, HT 9  (1938, 1939, 1945, 1946, 1948, 1949, 1950, 1951, 1952)
Heini Olsen, KTF 5  (1989, 1991, 1992, 1993, 1999)
Tórarinn Evensen, HT 4  (1947, 1953, 1955, 1956)
Jens Chr. Hansen, TT 4  (1979, 1981, 1982, 1985)
Martin Poulsen, HT 4  (2003, 2004, 2006, 2009)
Helgi Dam Ziska, HT 4 (2008, 2011, 2017, 2018)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder