Hondbóltur

Helgi Hoydal verður víkingur í minst eitt ár afturat

Liðskiparin hjá Viking Stavanger hevur longt sáttmálan.

Helgi Hoydal saman við Viking-venjaranum, Scott Harrington (Mynd: vikinghk.no)

Helgi Hoydal saman við Viking-venjaranum, Scott Harrington (Mynd: vikinghk.no)

2021-03-21 13:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í hondbóltsfelagnum Viking í norska býnum Stavanger fegnast tey um, at liðskiparin í felagnum, Helgi Hildarson Hoydal, verður víkingur í enn eitt kappingarár.

Heimasíðan hjá Viking Håndball skrivar í dag, at felagið nú hevur skrivað sáttmála við Helga Hildarson Hoydal um at spæla í myrkabláa búnanum í komandi kappingarári eisini.

Tað er virðing fyri føroyska strikuspælaranum í Stavanger. “Hann er ein týðandi mentanarberi og hevur havt sera nógv at týða fyri felagið hesi trý árini hann hevur spælt fyri okkum. Tí er tað gleðiligt, at liðskiparin nú hevur skrivað nýggjan sáttmála”, skrivar heimasíðan.

Í Noregi er hondbólturin darvaður av, at kappingin hevur ligið still í fleiri vikur orsaka av korona.

Nú verður bíðað eftir, hvat Norges Håndballforbund fer at gera av viðvíkjandi inniverandi kappingarári.

[object Object]
Helgi Hoydal í føroysku landsliðstroyggjuni síðsta vikuskiftið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Viking Stavanger er nýuppflytari í ár, og stríðist í botninum í bestu norsku hondbóltsdeildini. Felagið hevur fingið 9 stig fyri 16 dystir og tað er sama stigatal, sum tvey onnur lið, Fjellhammer og Sandefjord, hava fingið, men fyri 17 dystir. Viking liggur tó nær niðurflytingarstrikuni, er millum tey liðini, sum í løtuni skulu í serliga kapping fyri at sleppa at halda fram í bestu deildini.

Felagið rósar nú Helga fyri at ganga undan – eins og hann eisini gjørdi í fjør – og skriva sáttmála, hóast tað í løtuni er óvist hvar liðið kemur at spæla næsta ár.

Sjálvur sigur Helgi Hoydal við heimasíðuna, at hann trívist væl í Viking.

- Eg trívist væl í býnum og havi fingið ein alsk til felagið. Eg haldi, at tað hendir nógv spennandi her og tað er ein heiður fyri meg at vera við í royndini at gera felagið til eitt støðugt lið í bestu deildini, sigur hann.

Høvuðsvenjari í Viking er onglendingurin, Scott Harrington, ið eisini er kendur í føroyskum hondbólti. Eisini hann fegnast.

- Fyri meg sum venjara er tað avgerandi, at liðskiparin heldur fram. Helgi hevur verið týðandi í uppbyggingini av mentanini í felagnum hesi seinastu árini. Helgi hevur ein spælistíl, sum fer at hóska sera væl inn í ætlanina fyri næsta kappingar, sigur Scott Harrington.

Tríggir føroyskir landsliðsspælarar spæla við Viking. Umframt helga eru tað Kjartan Johansen og Jónas G. Djurhuus. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder