Í døgunum frá 9. september til 4. oktober verður stóra undankappingin til HM telvað í Khanty-Mansiysk í Russlandi. Hetta er ein kapping, har finalistarnir av teimum 128 telvararunum kappast um at vinna sær luttøku í kandidat-kappingini, har vinnarin sleppur at royna at vinna heimsmeistaraheitið frá Magnusi Carlsen.
Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, vann sær luttøku til undankappingina, tá ið hann vann kappingina “European Small Nations Indivudual Chess Championship”, ið var telvað í Klaksvík í apríl 2018.
Kappingin er skipað á tann hátt, at tann hægst rataði telvarin av teimum 128 telvarunum, møtir veikasta. Teir telva fyrst tvey talv, stendur á jøvnum, verður eitt umtalv. Vinnarin fer so víðari, meðan tapararnir rúka út.
Við 2533 ratingstiðum var Helgi nummar 119 á listanum. Og tað vildi so til, at tað gav honum sama mótstøðumann, sum hann hevði í somu kapping í 2017, Teimour Radjabov úr Aserbajan, ið er styrkismettur sum nr. 17 í heiminum, og nr. 2 í heimlandinum.
Helgi tapti tað fyrsta talvið, meðan tað seinna endaði javnt. Tískil vann Radjabov 1½–½ og spældi seg víðari til annað umfar. Her vann Radjabov á Daniil Yuffa úr Russlandi. Í bólkafinaluni skal hann telva móti landsmanninum Shakriyar Mamedyarov.
Talvini hjá Helga Dam Ziska í HM-undankappingini kunnu síggjast á faroechess.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald