Um 17 dagar tekur Danmark ímóti Finnlandi í Parkini. Talan verður ikki um ein "vanligan" heimadyst á Eysturbrúgv, tí 12. juni verður Keypmannhavn á fyrsta sinni karmur um ein dyst í einum EM-endaspæli. Dysturin er eisini serstakur á tann hátt, at talan eisini verður um fyrsta dyst í einum endaspæli hjá Finnlandi, ið als ikki hevur eins stór nøvn í hópinum sum Danmark.
Kasper Hjulmand avdúkaði í gjárkvøldið danska hópin. Nógvir leikarar eru "á stórum adressum", nógvir hava viðgongd í løtuni og sum gongdin hevur verið fyrsta árið hjá nýggja landsliðsvenjaranum, so sær hetta avgjørt út til at vera sterkasta danska landsliðið í langa tíð.
Andreas Skov Olsen hevur av álvara fingið sítt gjøgnumbrot á landsliðnum seinasta árið. Tað byrjaði - eins og heilt góða gongdin hjá Danmark - í fyrra hálvleiki móti Føroyum í Herning (Mynd: Sverri Egholm)
Danmark hevur vunnið átta útav sínum seinastu níggju landsdystum - millum annað 1-0 á Wembley, 4-0 í Eysturríki og 8-0 á Moldova - og er nummar tíggju á styrkislistanum hjá FIFA. Spælið er sera gott í stórum løtum, liðið sær ógvuliga væl skipað út, og nú bíðar stóra avbjóðingin. Danska liðið hevur heimavøll í øllum dystunum í bólkaspælinum og má metast at vera favorittur at fara víðari saman við Belgia.
Hópurin hjá Hjulmand
Málverjar:
Kasper Schmeichel (Leicester)
Frederik Rønnow (Schalke 04)
Jonas Lössl (FC Midtjylland)
Verjuleikarar:
Simon Kjær (AC Milan)
Andreas Christensen (Chelsea)
Jannik Vestergaard (Southampton)
Joakim Mæhle (Atalanta)
Jens Stryger Larsen (Udinese)
Joachim Andersen (Fulham)
Daniel Wass (Valencia)
Mathias 'Zanka' Jørgensen (FCK)
Nicolai Boilesen (FCK)
Miðvallarar:
Christian Eriksen (Inter Milan)
Thomas Delaney (Borussia Dortmund)
Pierre Emile Højbjerg (Tottenham)
Christian Nørgaard (Brentford)
Mathias Jensen (Brentford)
Anders Christiansen (Malmö)
Áleyparar:
Martin Braithwaite (FC Barcelona)
Yussuf Poulsen (RB Leipzig)
Jonas Wind (FCK)
Kasper Dolberg (Nice)
Andreas Cornelius (Parma)
Andreas Skov Olsen (Bologna)
Mikkel Damsgaard (Sampdoria)
Robert Skov (Hoffenheim)
Danskir miðlar skriva, at 10-12 ónanvgivnir leikarar eru á einum standby-lista.
Dystarskráin hjá Danmark:
12. juni: Danmark - Finland
17. juni: Danmark - Belgien
21. juni: Danmark - Rusland
Allir dystirnirí bókinum verða leiktir í Parkini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald