placeholder
Hondbóltur

Her er hópurin hjá heimsmeistarunum

Hans Lindberg skal við aftur til eitt endaspæl, og 41-ára gamli vongurin skal kappast við Jóhan á Plógv Hansen um plássið. Danmark skal í januar aftur verja sítt HM-heiti.

Danmark hevur tvær ferðir vunnið HM í manshondbólti, og tað er tvær tær seinastu ferðirnar, at HM hevur verið - í 2019 og í 2021. Landin lyftur her steypið í Egyptalandi (Mynd: EPA)

Danmark hevur tvær ferðir vunnið HM í manshondbólti, og tað er tvær tær seinastu ferðirnar, at HM hevur verið - í 2019 og í 2021. Landin lyftur her steypið í Egyptalandi (Mynd: EPA)

2022-12-19 14:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

11. januar byrjar aftur eitt HM-endaspæl hjá monnum. Hesaferð eru Pólland og Svøríki vertstjóðir, og 32 lond skulu stríðast um heitið. 

Finalan verður spæld í Stokkhólmi 29. januar. Um tað gongst sum seinastu tvey HM-endaspølini, so verða danir í finaluni. Danmark vann bæði í 2019, á heimavølli, og í 2021, í Egyptalandi.

Í báðum førum var tað undir leiðslu av Nikolaj Jakobsen. Í dag hevur karismatiski venjarin kunngjørt sín hóp. Í honum eru nógvir heilt royndir og stórir spælarar, ið hava tvey HM-gull, umframt nógv onnur heiðursmerki, men har eru eisini nýggj nøvn í endaspælshøpi: Skaðaplágaði Lasse Møller úr Flensburg-Handewitt, 23-ára gamli strikuspælari úr GOG og tvey stórtalent í bakketuni, Simon Pytlick og Mads Hoxer.

Báðir spæla til dagliga í bestu donsku deildini - ávíkavist GOG og Aalborg - og tað ógvuliga royndu Mikkel Hansen og Henrik Mølgaard eisini (Aalborg). Annars spæla restina av spælarunum uttanlands: Ein í Ungarn (Lauge) og restin í heimsins bestu deild, Bundesliguni. Tað er áhugavert, at Nikolaj Jacobsen hevur so nógv at velja í, at pláss millum annað ikki er fyri toppskjúttanum í Týsklandi, vinstra vonginum Casper U. Mortensen. 

[object Object]
Nikolaj Jacobsen hevur verið noyddir til at taka fleiri stórar avgerðir í úttøkuni (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen og Hans Lindberg røkja plássið á høgra vongi (Myndir: EPA)

Hinumegin eru føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen, sum er við til sítt fimta endaspæl fyri Danmark, og 41-ára gamli Hans Lindberg. Teir skulu harvið kappast um plássið sum høgri vongur hjá heimsmeistarunum.

Danmark byrjar 13. januar móti Belgia, sum er við til HM á fyrsta sinni. Bahrain og Tunesia eru hini liðini í bólkinum, ið danir ikki burdu fingið stórvegis trupulleikar við at vunnið. Dystirnir í bólkinum verða spældir í Malmö.

Danski hópurin

Málverjar:
Niklas Landin, THW Kiel
Kevin Møller, Flensburg-Handewitt

Vengur:
Magnus Landin, THW Kiel
Emil Jakobsen, Flensburg-Handewitt
Hans Lindberg, Füchse Berlin
Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt

Strikuspælarar
Magnus Saugstrup, Magdeburg
Lukas Jørgensen, GOG
Simon Hald, Flensburg-Handewitt

Bakspælarar
Rasmus Lauge, Veszprem
Mathias Gidsel, Füchse Berlin
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold
Mads Mensah, Flensburg-Handewitt
Mikkel Hansen, Aalborg Håndbold
Jacob Holm, Füchse Berlin
Simon Pytlick, GOG
Lasse Møller, Flensburg-Handewitt
Mads Hoxer, Aalborg Håndbold

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder