Nú er endaliga greitt, hvørji lið eru komin í hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini.
Hjá monnum vóru tveir avgerandi dystir um hálvfinalupláss í gjár. Í báðum førum blakaði annað liðið eina leiðslu, ið tyktist vera rímiliga trygg, burtur.
Í Klaksvík leikaði javnt á fyrstu løtuna, men heimaliðið var á odda við trimum í steðginum, helt StÍF burtur tað mesta av seinna hálvleiki, og tað vórðu aftur trý mál á muni, tá Sakaris Súnason skoraði í 52. minutti. 22-19, men so fekk Team Klaksvík ikki mál aftur. StÍF gjørdi hinvegin bart, skoraði fimm ferðir, og so kundu mongu útiáskoðarnir stórfegnast saman við spælarunum. Trý reyð kort komu í dystinum - tvey til StÍF og eitt til Team Klaksvík.
Sí dómaraseðil her
Neistin hevði als ikki trupulleikar við at skora í fyrra hálvleiki í Vestmanna, og tá 26 minuttir vóru leiktir, var støðan 14-20. VÍF brúkti tó ikki fleiri leikminuttir at eta leiðsluna inn, og seinastu 25 minuttirnar ella so skiftust liðini so gott sum um at skora. Neistin skuldi vinna - hjá VÍF var nóg mikið við javnleiki. Tað var ógvuliga spennandi, og tá hálvur minuttir var eftir, javnaði Kristoffur Bjørgvin til 34-34. Hetta var nóg mikið hjá teimum í gulum og bláum at koma víðari.
Her sæst yvirlit yvir bólkarnar
VÍF skal í hálvfinalunum spæla móti H71, ið vann sín bólk. KÍF og StÍF spæla í hinum hálvfinalunum.
Bólkaspælið hjá kvinnum er av, og tað er nú greitt, at tað verða H71 og Neistin, sum møtast í aðrari hálvfinaluni og Kyndil og Stjørnan í hinari. Júst Stjørnan spældi seg víðari í gjár við 37-24 sigri á StÍF.
Hondbóltssamband Føroyar boðar frá, at hálvfinalurnar verða leiktar í viku 7 í 2023 - hetta er vikan, sum byrjar mánadagin 13. feruar - og finalurnar vikuna eftir, leygardagin 25. februar.
Faxe Kondi-hálvfinalur
Í viku 7 2023 (miðskeiðis í februar)
Menn:
VÍF - H71
KÍF - StÍF
Kvinnur:
H71 - Neistin
Kyndil - Stjørnan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald