Fótbóltur

Sjónband: Her eru øll málini í fjórðingsfinalunum

FSF Varpið hevur savnað øll tey sjey málini, umframt brotssparkskappingina í Sørvági, ið HB vann.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-11-26 14:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórur spenningur var í luftini, tá fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældar mikukvøldið. Serliga spennandi bleiv á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur hevði vitjan av føroyameistarunum úr HB.


Les eisini: 
Víkingur til reiðar til hálvfinaluna
Longd leiktíð í Sørvági
07 Vestur tók øll á bóli - HB vann brotssparkskapping

Omanfyri síggjast øll málini: Tey bæði deyðbóltsmálini á Dungasandi, umframt bortssparkskappingin, avgerandi Knudsen-málið við Løkin, trý góð B36-mál á Tórsvølli, og brotssparksmálið hjá Sølva Vatnhamar í Sarpugerði, og umtalað støðan tá Jákup Johansen fór umkoll í brotsteignum hjá TB.

Hálvfinalurnar verða leiktar á uttanveltaðum vølli í vikuskiftinum.

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið

07 Vestur - HB 1-1 eftir vanliga og longd leiktíð - 5-6 eftir brotsspørk
7’ Mathias Nygaard 0-1
78’ Ragnar Weihe 1-1

B36 - AB 3-0 (3-0)
3’ Sebastian Pingel 1-0
6’ Michal Przybylski 2-0
44’ Andrass Johansen 3-0

NSÍ - Skála 1-0 (0-0)
74’ Aron Knudsen 1-0

Víkingur - TB 1-0 (0-0)
85' Sølvi Vatnhamar 1-0



Hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið

Leygardagin 28/11 við Løkin: 
19.00: Víkingur - B36

Sunnudagin 29/11 í Klaksvík
15.00: NSÍ - HB 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder