Sum vit skrivaðu um fyrr í dag, so verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum 2024 18. apríl í Wien.
Tá vóru styrkisbólkarnir ikki kunngjørdir, men tað var millum annað greitt, at Føroyar vera í lægsta styrkisbólki.
Sí eisini: Claus Mogensen: Skulu ikki bert til EM fyri at vera 24. liðið
Seinnapartin hevur EHF latið úr hondum styrkisbólkarnar, sum lutur verður kastaður eftir. Styrkismetingarnar eru eftir úrslitum hjá londunum seinastu árini.
Bólkur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki Niðurlond
Bólkur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis og Eysturríki
Bólkur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Norðurmakedónia, Ísland
Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia
Seks bólkar á fýra lond vera til endaspælið, sum byrjar 28. november 2024. Tvey tey bestu liðini úr hvøjum bólki koma víðari. Talan er um fyrstu ferð, at 24 lond eru við til EM hjá kvinnum. Júst hetta hevur hjálpt Føroyum.
Í bólkaspælinum eru tríggir vertsbýir, har tveir bólkar eru í hvørjum landi. Spurningurin er so, um Føroyar enda í Debrecen (Ungarn), Basel (Sveis) ella Innsbruck (Eysturríki). Wien verður nýtt í høvuðsumfarinum og til finaluvikuskiftið.
Mynd: eurohandball.com
Fram til lutakastið fara vit at koma nærri inn á, hvar bestu møguleikarnir hjá Føroyum liggja, og hvat nakrir spælarar ynskja. Lutakastið byrar hósdagin 18. apríl klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald