Lutakast var í kvøld um hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum um løgmanssteypinum. Lutakastið fall soleiðis, at topplið skulu spæla móti botnliðum og einum liði í næstbestu deildini.
Sjey dystir í fyrsta umfari av kappingini um løgmanssteypið vórðu leiktir í gjár, men dysturin millum KÍ og NSÍ kundi ikki avgreiðast orsakað av, at skaði var komin á tað eina málið.
Lutakastið varð kortini gjøgnumført og soleiðis verður leikt:
B71-HB
EB/Streymur-B36
ÍF-Víkingur
KÍ/NSÍ-07 Vestur
Hvørjum 07 Vestur skal møta, verður avgjørt í annaðkvøld klokkan 19, tá KÍ og NSÍ spæla útsetta dystin.
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið verða leiktar 30. mai, meðan hálvfinalurnar, sum í ár eru tvær í tali, ikki verða leiktar fyrr enn 18. august og 2. oktober.
Finalan verður 6. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald