Tað eydnaðist ongantíð unga kvívíkinginum Niklas Simonsen at fáa dyst við besta liðnum, tá hann royndi seg sum málverji hjá Skjern Håndbold.
Bert einaferð varð hann úttikin til besta liðið og fekk høvi at uppliva stóru arenuna í Skjern sum partur av hópinum. Men hann kom ikki inn á vøllin ta ferðina.
Nú er hann fluttur til Tønder, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Men fyri hann var tað eitt stig uppeftir.
Dreymurin er at gerast ein profilur í bestu deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald