
Lagt var upp til spennandi uppgerð í Helsingør, har Hillerød Fodbold í løtuni spælir sínar heimadystir, tá Esbjerg í dag vitjaði. Hetta var í 9. umfari í næstbestu donsku deildini
Tað gjørdist tó ikki so spennandi, tí eftir 16 minuttir var 2-0. Í 4. minutti spældi Hillerød ógvuliga væl, og tað endaði við, at Victor Rosendahl Dedes legði heimaliðið á odda.
Báðir føroyingarnir í byrjanaruppstillingini, Poul Kallsberg og Adrian Rúnason Justinussen, vóru við í 1-0 málinum við góðum atgerðum. Sum heild vístu teir seg væl fram í samanspælinum og eisini í trýstinum nakrar ferðir.
Í 17. minutti sló "føroyski hamarin" eisini til. Tað var eitt dundurskot hjá Adriani Justinussen úr smáum 25 metrum og nakað til vinstru. Bólturin fór súsandi í netið, og so var 2-0.
Dreymamál og longu tað fimta hjá 27-ára gamla føroyinginum hetta kappingarárið. Adrian Justinussen spældi 74 góðar minuttir í dag, og Poul Kallsberg spældi ein tíma í sigrinum.
Esbjerg kom ongantíð veruliga inn í dystin. Hann varð í roynd og veru "stongdir", tá Saman Jalaei longu tríggjar minuttir eftir steðgin økti til 3-0.
Hetta varð eisini endaliga úrslitið, og Hillerød legði seg harvið á odda í næstbestu donsku deildini. Liðið hjá Adriani og Pouli hevur 17 stig fyri níggju umfør. Hetta eru tvey stig niður til júst Esbjerg, Ac Horsens og Lyngby, sum Dan Brimsvík í løtuni er við at stjørna.
Sí eisini: 4-1 sigur til Dan Brimsvík og teir í fyrstu royndini
Støðan í topp-sjey í næstbestu donsku deildini í løtuni. Føroyingar eru knýttir at fýra feløgum í løtuni: Hillerød (Adrian Justinussen og Poul Kallsberg), Lyngby (Dan Brimsvík - fyribils venjari), Kolding (Meinhard Egilsson Olsen) og Aarhus Fremad (Martin Agnarsson)
Meinhard Egilsson Olsen og Kolding IF kundu eisini havt 17 stig, men tað endaði við 1-0 tapið á heimavølli fyri Hvidovre í gjár. Kolding er nummar 5 í løtuni - tvey lið flyta beinleiðis upp.
Uppflytararnir úr Aahus Fremad hava fingið eina flotta byrjan. Fríggjakvøldið vann Aarhus Fremad 3-1 á útivølli móti B93. Fýra dagar eftir, at hann gjørdist dystaravgerandi fyri Føroyar á Gibraltar, spældi Martin Agnarsson 90 minuttir á vinstra vongbakki hjá Aarhus Fremad. Tað ger 21-ára gamli havnarmaðuin so at siga hvørja ferð.
Sí eisini: Martin Agnarsson: - Hetta er ekstremt stórt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald