Fótbóltur

Hita upp til hálvfinaluna

Skála viðhaldsfólk gera nógv burturúr til seinna hálvfinaludystin í kvøld.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-05-23 15:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinni hálvfinaludysturin í Løgmanssteypinum millum Víking og Skála verður spældur í Gøtu í kvøld kl. 18. Fyrri dysturin endaði við 1-1 javnleiki á Skála og tí liggur trýstið serliga á Skála í kvøld.

Les eisini: Mótstøðuliðið hjá HB skal finnast

Skála-viðhaldsfólk gera nógv burturúr til dystin í kvøld og skipað verður fyri upphiting til dystin við høllina á Skála, har viðhaldsfólkið síðani koyrir til Gøtu ein tíma áðrenn dystarbyrjan.

Fyri at skapa ein so goðan hýr sum gjørligt, verður heitt á fólk um at vera í orange klæðum, um tey hava nøkur, og gjarna hava grýtulok ella okkurt at trumma á, skrivar Skála IF á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder