
Pristina, Kosovo (Portalurin): - Man livir í einari boblu, tá man bara hugsar um Kyndil og finalurnar...her eru nógvir hoyvíkingar, sum hava reypað í nógv ár, so tað er fínt at hava okkurt at prika aftur við.
Hetta sigur Hjalti Mohr Jacobsen smílandi, meðan hann hyggur útyvir høvuðsstaðin í Pristina. Hann gjørdist leygardagin føroyameistari við Kyndli aftur - hesaferð sum venjari. Fyrrverandi bakspælarin hevur seinastu árini gjørt vart við seg í venjaraleiklutin, og hjálparvenjarin á A-landsliðnum hevur seianstu dagarnar bert hugsa um uppgávuna í Kosovo.
- Tað er nokso serligt, at tað er so stórur munur á Kosovo á heimavølli og útivølli. Vitt vunnu við ellivu málum í Føroyum, men tað er sum eitt heilt annað lið her.
Hvussu tá- spyrja vit
- Teir spæla við kenslum. Tað gera vit eisini frammanfyri okkara áskoðarunum, og tað gevur orku. Vit hava hugt uppá, hvussu vit varðveita hetta yvirskotið, sjálvt um vit ikki spæla í einari høll við nógvum føroyingum.
Higartil hevur Kosovo fingið stig í sínu heimadystum (sigur á Ukraina og javnleik móti Niðurlondum) men tapt stórt á útivølli.
Sí eisini:
- Kosovo er eitt heilt annað lið á heimavølli
Video: - Vinmenn úr Klaksvík vilja uppliva landsliðið í Kosovo
Hjalti viðurkennir, at Føroyar vanliga avrikð nakað verri til útidystir, og tað er nakað, sum man hevur arbeitt við í landsliðsleguni.
Tað fyllir annars ikki serliga nógv, at Føroyar í kvøld kunnu spæla seg til EM, heldur hjálparvenjarin.
Hoyr alla samrøðuna omanfyri
Dysturin byrjar klokkan 19.15 føroyska tíð. Portalurin hevur beinleiðis blogg og ymiskt tilfar herfrá. Kringvarpið vísir dystin. Rás2 hevur beinleiðis frásøgn á staðnum.
--------------------------------------------------------
Støðan í bólki 6 eftir fýra umfør í EM-undankappingini:
1. Føroyar 5 stig
2. Ukraina 4 stig
3. Niðurlond 4 stig
4. Kosovo 3 stig
Tvey tey fremstu koma heilt víst víðari til EM-endaspælið í januar 2026. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at trý'arin í hesum bólkinum verður ov stuttur.
5. og næstseinasta umfar, í dag hósdagin 8. mai
18.30: Ukraina - Niðurlond
19.15: Kosovo - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald