Teir høvdu ábyrgdina av ungu monnunum, føddir í 2004 og 2005, sum í summar tóku øll á bóli og endaðu í topp-tíggju í EM-endaspælinum í Montenegro.
Saman við Ára Dam, málverjavenjara, Rana Ellingsgaard liðleiðara og Duritu Rouch, fysioterapeut, leiddu Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen føroyska U-18 landsliðið til sigurs móti millum annað Fraklandi. Við góða úrslitinum í Montenegro er greitt, at liðið skal til U19 HM í Kroatia í summar.
Nú er eisini greitt, at sama venjaratoymið verður til kappingina og longri. Hondbóltssambandið hevur í dag kunngjørt, at sáttmálarnir við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen, eru longdir, so at teir eru galdandi til 31. juli 2024.
Fótbóltur
Hjalti og Djóni halda fram sum landsliðsvenjarar
Sáttmálarnir við venjararnar hjá 04-árganginum, og 05-árganginum, er longdir, so at teir eru galdandi til og við juli 2024. Harvið skulu teir standa á odda fyri U19-landsliðnum til HM í Kroatia næsta ár.
2022-11-23 13:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald