Fótbóltur

Hjulmand: Avgerðin var skeiv

- Tað vóru ikki spælararnir, ið vildu spæla dystin lidnan sama kvøld.

(Skíggjamynd: dr.dk)

(Skíggjamynd: dr.dk)

2021-06-15 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað var ikki okkara val at spæla dystin sama kvøld, sum Christian Eriksen small um. Vit fingu tveir møguleikar – antin at spæla dystin sama kvøld ella spæla dystin á middegi dagin eftir. Vit høvdu ikki aðrar møguleikar – tað er óreingiligt.

Soleiðis segði Kasper Hjulmand, venjari hjá danska fótbóltslandsliðnum á tíðindafundi í morgun.

Hann vísir sostatt aftur boðunum, sum eru komin frá evropeisku fótbóltssamgonguni Uefa um, at tað var ynskið hjá spælarunum at taka dystin uppaftur sama kvøld.

- Tað passar ikki, sigur Kasper Hjulmand.

Og hann leggur afturat:

- Um spælararnir vóru undir trýsti ella ikki – tað kann eg ikki siga. Vit sóu ongan møguleika at gerast klárir longu á middegi dagin eftir, og tí tóku vit tað valið, vit kundu.

- Tað er í hvussu so er skeivt at siga, at tað vóru vit, ið søgdu, at vit vildu spæla víðari. Vit høvdu bara tveir kostir at velja ímillum. Tað er soleiðis tað er, og eg haldi, at var skeivt at geva okkum hasi valini.

- Rættast hevði verið at loyvt spælarunum at farið heim, og so kanna eftir hvørjir møguleikar vóru.

Kasper Hjulmand vísir á, at um eitt lið verður rakt av korona, so fær tað møguleika at útseta dyst í 48 tímar.

- Ein hjartastøðgur gav okkum ikki tann møguleikan, og tað haldi eg er skeivt, staðfesti Kasper Hjulmand turrisliga.

Samstundis sum tíðindafundur var, kom lívstekin á Instagram-vanganum hjá Christian Eriksen.

Smílandi við tumli upp heilsar Christian Eriksen sínum fylgjarum og takkar fyri heilsanirnar og stuðulin hann hevur fingið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder