Í tíggju dagar vóru fýra føroyskir svimjarar til HM á stuttgeil í Abu Dhabi. Teir komu heim í gjár.
Alisa Bech Vestergård, Bartal Erlingsson Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir og Johan Nónskarð Dam umboðaðu Føroyar og svumu tey tvær kappingar hvør, umframt tvær stafettir.
Eingin rakk finaluplássi, men 18-ára gamla Alisa Bech Vestergård úr SUSvim betraði um sína tíð á í 50 frí, tá hon svam 26.61 í Abu Dhabi. Hennara besta tíð á teininum áður var 26.72 - á FM á stuttgeil fyrr í ár.
Javngamli Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag tók eisini eitt met, ið hann setti fyrr í ár - í HS Open í september. Tað var í innleiðandi kappingini í 100 metrar frí í HM, at havnarmaðurin betraði um sítt persónliga met við 17 hundraðpørtum: Frá 51.69 til 51.52.
16 ára gamla Elisabeth Erlendsdóttir og 19-ára gamli Johan Nónskarð Dam svumu upp ímóti sínum bestu, skrivar svmijing.com. Har síggjast tíðirnar hjá føroysku svimjarunum eisini - meira fullfíggjað yvirlit er á swimrankings.net.
Nú hava teir fýra svimjararnir eina væl uppiborna, men helst stutta, jólaferiu.
- Svimjararnir hava verið sera raskir at seta seg upp til kapping, hóast fremmandar umstøður og ymiskt sum kanska órógvaði eisini. Serliga fyrstu dagarnar vóru heldur drúgvir, vegna longu ferðina og trupulleikar at fáa eitt ávíst korona-app at rigga.
Annað
HM á stuttgeil: Alisa Bech Vestergård og Bartal Erlingsson Eidesgaard settu persónlig met
Hetta var í ávíkavist 50 metrar frí og 100 metrar frí. Elisabeth Erlendsdóttir og Johan Nónskarð Dam svumu upp ímóti sínum.
2021-12-23 13:09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald