Annað

HM í dart: hálvfinalistarnir funnir

Favorittarnir vunnu allir í fjórðingsfinalunum í dag.

Michael van Gerwen er favorittur at vinna HM (Mynd: EPA)

Michael van Gerwen er favorittur at vinna HM (Mynd: EPA)

2019-12-29 22:21 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fjórðingsfinalurnar í HM í dart vóru leiktar í dag. Í øllum fýra dystunum var tað favorittarnir, ið vunnu.

Í fyrsta dystinum vann onglendingurin Nathan Aspinall 5-3 ímóti belgiska Dimitri van den Bergh. Í næsta dystinum var tað skotin Peter Wright, sum fór avstað við sigrinum, tá hann vann 5-3 á onglendinginum Luke Humphries.

Í triðja dystinum vann favoritturin at vinna HM, Michael van Gerwen úr Hollandi 5-2 á Darius Labanauskas úr Litava. Síðsta dystin í kvøld vann Gerwyn Price úr Wales 5-1 á Glenn Durant úr Onglandi.

Hálvfinalurnar vera í morgin, 30. desember, tá hittast Michael van Gerwen og Nathan Aspinall í tí einu hálvfinaluni, meðan Peter Wright og Gerwyn Price hittast í hinari.

Finalan verður 1. januar 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder