Upprunaliga var meiningin, at heimsmeistarakappingin í Dart skuldi verða í Spania um hetta mundið, men av tí at korona hevur herjað, er tað eisini avlyst.
Men neyð lærir gamla konu at spinna, so nú verður heimsmeistarakappingin undir serligum umstøðum.
Vanligt eru fýra fólk á hvørjum landsliði, fýra menn og fýra kvinnur, men nú tá støðan er, sum hon er, er tað broytt til, at nú eru fýra á landsliðnum, tveir menn og tvær kvinnur.
Landsliðsvenjararnir hjá monnum, Jens Albert Simonsen, og Hans Eivind Olsen hava tikið út Una Árting og Jan McIntosh úr HDF, meðan landsliðsvenjarin hjá kvinnum Kristian Joensen, hevur úttikið Lydiu á Smið úr HDF og Anniku Joensen úr Dart Sandoy.
Harðan og spennandi bólk
Føroyar eru komin í bólk 8 saman við Fraklandi – Írlandi – Slovenia – Monaco og Jersey.
Fleiri at heimsins bestu leikarum, eru við bæði á mans- og kvinnusíðuni. Hja føroyska landsliðnum sær bólkurin serliga spennandi út, tá vit hava trekt tvær smátjóðir, í Jersey og Monaco, tvey lond har vit eiga at kunna spæla upp við, sjálvt um vit vita at landsliðið hja Jersey hevur verið við til nógv HM endaspøl fyrr.
Slovenia kenna vit ikki so nógv til, men vit kennast við Banjamin Pratnemer, sum er teirra besti leikari, og sum liggur Nr 102 í heiminum.
Írland og Frakland hava tvey sera sterk við. Thibault Tricole er Nr 25 í heimsstyrkilistanum er stóra stjørnan hjá Fraklandi. Meðan Írland altíð klárar seg væl í altjóða kappingum. Hesuferð hava tey bæði á mans og kvinnusíðuni sent teirra stórstu talentir, Keane Barry, sum gjørdist ungdóms heimsmeistari fyrr í ár, og á kvinnusíðuni Katie Sheldon, sum vann Girls World Masters í 2019.
Hetta er fyrstu ferð, síðan Føroyar fekk altjóða limaskap, at vit sleppa at royna okkum ordiligt. Og leikarnir hjá okkum hava vat dúliga til hesa kappingina. Spennandi verður um úrslitini fara at fylgja tí, sum vit vænta av leikarunum.
– Dartsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald