Hondbóltur

HM: Ísland og Svøríki vunnu sínar bólkar

Men Svøríki misti sigurin á stokkinum seinastu løtuna móti Spania, og tað kann kosta í meginumfarinum, sum byrjar í dag. Ísland vann greitt á Slovenia.

Jim Gottfridsson og Svøríki vóru leingi á odda við fleiri málum móti Spania og stóðu til at hava fýra stig við sær víðari  - men so gekk galið og tað endaði við javnleiki (Mynd: EPA)

Jim Gottfridsson og Svøríki vóru leingi á odda við fleiri málum móti Spania og stóðu til at hava fýra stig við sær víðari - men so gekk galið og tað endaði við javnleiki (Mynd: EPA)

2025-01-21 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bólkaspælið í HM-endaspælinum í manshondbólti kom at enda í gjárkvøldið, tá fýra dystir vórðu spældir. Greiða fekst á, hvørji lið komu víðari sum trý'arar í bólki F og bólki G, og hvussu nógv stig liðini fingu við sær víðari til meginumfari

Bólkur F:
Japan - Kili 26-31
Svøríki - Spania 29-29

Endaliga støðan:
Svøríki 5 stig
Spania 5 stig
Kili 2 stig
---------------
Japan 0 stig

Spania og Svøríki trý stig víðari - Kili einki

Bólkur G:
Kuba - Kap Verde 28-38
Slovenia - Ísland 18-23

Endaliga støðan:
Ísland 6 stig
Slovenia 4 stig
Kap Verde 2 stig
---------------------
Kuba 0 stig

Ísland 4 stig við víðari, Slovenia tvey stig og Kap Verde einki

Kili vann avgerandi dystin móti Japan, sum annars hevði eitt gott OL stutt eftir venjingardystirnar móti Føroyum. Ymiskt órógv hevur tó verið kring japanska landsliðið síðani. Hetta verður fyrstu ferð, at suðuramerikanska liðið skal spæla í einum HM-meginumfari.

Soleiðis verður eisini hjá afrikanska oyggjalandinum Kap Verde, sum vann greitt á Kuba.

Kap Verde kemur víðari saman við Slovenia og Íslandi, sum í gjár dystaðust um 1. plássið í bólki G. Íslendski verjuparturin við Viktor Hallgrímsson í málinum gjørdi stóra munin, og íslendingar vunnu við fimm málum. Teir hava vunnið allar tríggjar dystirnar higartil og hava harvið fýra stig við víðari. Hetta kann gerast ein stórur fyrimunur.

[object Object]Viktor Hallgrímsson spældi ein framúr dyst í Zagreb í gjár. Bólkurin hjá Íslandi var ikki krútsterkur, men einki lið hevur latið færri mál inn í HM higartil (Mynd: EPA)

Sviar vóru eisini ávegis móti veruligum fyrimuni til sín bólk í meginumfarinum. Spania hevði leingi stórar trupulleikar í Oslo, og í steðginum var munurin fimm mál. Hann minkaði tó nakað, sum Svøríki fekk størri trupulleikar at skora móti Perez de Vargas, ið millum annað tók brotskøst - og vísti góðan ítróttaranda.

Spanska 7 móti 6 spælið byrjaði at rigga, og móti endanum var ógvuliga spennandi. Alex Dujshebaev gjørdi bart og javnaði við langskoti, tá átta sekundir vóru eftir, Felix Møller royndi síðani at kasta bóltin í tómt mál frá miðjuni, men tað eydnaðist ikki.

Harvið fáa bæði liðini trý stig við sær víðari til ein bólk í meginumfarinum, ið kann gerast ógvuliga spennandi. Fyri Svøríki kann mista stigið í gjár gerast dýrt.

Meginumfarið í EM byrjar í dag - bólkarnir síggjast niðanfyri við stigum, sum liðini hava við sær víðari:

Bólkur I
Danmark 4 stig
Týskland 4 stig
Italia 2 stig
Sveis 1 stig
Kekkia 1 stig
Tunesia 0 stig

Bólkur II
Frakland 4 stig
Ungarn 3 stig
Niðurlond 2 stig
Eysturríki 2 stig
Norðurmakedónia 1 stig
Katar 0 stig

Bólkur III
Portugal 4 stig
Svøríki 3 stig
Spania 3 stig
Brasil 2 stig
Noreg 0 stig
Kili 0 stig

Bólkur IV
Egyptaland 4 stig
Ísland 4 stig
Kroatia 2 stig
Slovenia 2 stig
Kap Verde 0 stig
Argentina 0 stig

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki til fjórðingsfinalurnar

Dystarskráin sæst HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder