Hann hevur millum annað spælt fyri Arsenal, Betis, Villareal og Olympiakos og er helst mest kendur fyri tíðina í fyrstnevnda felagnum og fyri at vera ein umráðandi leikari hjá Kosta Rika í HM-endaspælinum í 2014, tá liðið úr Miðamerika sera óvæntað spældi seg í fjórðingsfinaluna.
Tað var nú 29-ára gamli Joel Campbell, ið gjørdist avgerandi á Al Rayan leikvøllinum í Katar gjárkvøldið, tá Kosta Rika vann sær atgongd til HM-endaspæl nummar seks í søguni hjá landinum í "Inter-confederation play-offs" móti Ný Sælandi.
Málið hjá Campbell kom longu í 3. minutti, og Ný Sæland megnaði ongantíð at svara aftur - liðið spældi eisini í undirtali seinnu hálvu av seinna hálvleiki. Harvið verður Kosta Rika fjórða umboðið hjá CONCACAF til HM-endaspælið í Katar í november-desember.
Eftir dystin í gjár er talið av staðfestum HM-luttakarum nú komið uppá 32, og harvið er undankappingin endað. Wales og Avstralia hava fyri kortum eisini vunnið avgerandi play-off dystir, og nú er endaliga greitt, at bólkarnir til endaspælið, ið byrjar 21. november síggja soleiðis út:
Bólkur A:
Katar
Niðurlond
Senegal
Ekvador
Bólkur B:
Ongland
USA
Iran
Wales
Bólkur C:
Argentina
Meksiko
Pólland
Saudi Arabia
Bólkur D:
Frakland
Danmark
Tunesia
Avstralia
Bólkur E:
Spania
Týskland
Japan
Kosta Rika
Bólkur F:
Belgia
Kroatia
Marokko
Kanada
Bólkur G:
Brasil
Sveis
Serbia
Kamerun
Bólkur H:
Portugal
Uruguay
Suðurkorea
Ghana
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald