Fótbóltur

Wales skal til eitt HM-endaspæl fyri fyrstu ferð í 62 ár

Bólturin endaði í ukrainska málinum eftir fríspark frá Gareth Bale, og hetta - umframt gróthart walisiskt arbeiði og gott málmansspæli í 90 minuttir - var nóg mikið til at tryggja eina fótbóltsveitslu í Cardiff, har nógvar kenslur vóru at síggja eftir seinasta bríksl.

Gareth Bale var sjálvandi íblandaður í einari risa løtu í fótbóltssøguni hjá lutfalsliga lítla Wales (Mynd: EPA)

Gareth Bale var sjálvandi íblandaður í einari risa løtu í fótbóltssøguni hjá lutfalsliga lítla Wales (Mynd: EPA)

2022-06-05 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað rakk ikki til HM-atgongumerki hjá Ukraina, ið so nógv uttanveltaðu hildu við. Liðið vann annars 3-1 á Hampden Park mikukvøldið, og so var tað "bert" Wales, ið kundi forða ukrainum í at røkka HM-endaspælinum, sum verður í Katar í vetur. Hetta eydnaðist hjá vertunum, og nútíðarsøga innan fótbólt í Wales er skrivað.

Lagt varð upp til ein javnan og spennandi dyst á Cardiff City leikvøllinum í kvøld. Tað var útiliðið, ið hevði yvirvág, hvat spæli og málmøguleikum viðvíkur. Teir í gulum vóru tó ikki nóg skarpir á seinasta triðinginum, og royndi málverjin Wayne Hennessey var árvakin og sera stinnur, og tað var fimm-mansverjan hjá walisum eisini. 

Ukraina kundi fingið eitt brotsspark í fyrra hálvleik, tá Andriy Yarmolenko fór um koll. Royndi spanski dómarin, Antonio Mateu Lahoz, lat tó ikki við seg koma, og VAR-kanningin staðfesti, at spælið skuldi koyra víðari.

Júst Yarmolenko hevði ein keðiligan høvuðsleiklut í einasta málinum, ið kom í dystinum. Gareth Bale royndi seg við frísparki nakað til vinstru og beint yvir 25 metrar úr málinum. Skotið hjá 32-ára gamla Bale hevði helst rakt málið, men høvdið hjá Yarmolenko hjálpti, og gjørdi tað ógjørligt hjá ukrainska málverjanum at bjarga. So var nógvur larmur og stór frøi í Cardiff, og góði rómurin helt fram og rakti eitt hæddarpunkt, tá Lahoz bríkslaði av.

Tað vóru nógvar kenslur uppá spæl. Royndi Aaron Ramsey var ein av walisku leikarunum, ið feldi tár, nú eitt HM-atgongurmerki endliga aftur var komið í hús. Tað vóru eisini tár í ukrainsku leguni. Støðan í heimlandinum er ógvuliga ring, og leikararnir og áskoðarnir høvdu eina vakra løtu saman. Gareth Bale vísti eisini klassa, tí eftir at heilt stutt hava fegnast um at sleppa at spæla í einum HM-endaspæli fyri fyrstu ferð, fór liðformaðurin hjá Wales yvir í hornið at heilsa uppá allar ukrainsku leikararnar, umframt áskoðarnar. So líðandi kom allir walisiski hópurin yvir, og heimaáskoðararnir fagnaðu ukrainunum, sum hava nógv annað enn fótbólt at hugsa um.

Í kvøld kunnu walisar fegnast, og teir kunnu nú síggja fram til eitt HM-endaspæl fyri fyrstu ferð síðani 1958. Har verða Bale, Ramsey og Hennessey og hinir í bólki saman við nábúgvunum Onglandi, umframt USA og Iran.

Eftir dystin í kvøld er nú greitt, hvørji øll tey evropeisku umboðini verða í Katar í november-desember. 30 lið hava nú samanlagt spælt seg til HM-endaspælið. Síðstu plássini eru uppá spæl í tveimum play-off dystum millum lond úr ymsum heimspørtum í Katar mánadagin 13. juni og týsdagin 14. juni. Tá hittast Kosta Rika og Ný Sæland, og Peru skal spæla móti vinnaranum av Sameindu Emiratunum og Avstralia - tann dysturn verður týsdagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder