Talan gjørdist um eitt hádramatiskt kvøld í Zagreb týskvøldið, tá tvær tær fyrstu HM-fjórðingsfinalurnar í manshondbólti vórðu spældar.
Tað leikaði leingi javnt á millum Ungarn og Kroatia, men í nakrar minuttir í 2. hálvleiki steðgaði upp hjá vertunum, og tá hallarurið vísti 55.05, var støðan 26-30.
Kroatia er tó ikki kent fyri at geva upp og við ógvuliga dyggum stuðli frá umleið 15.000 heimaáskoðarum, góðum málverjuspæli frá Ivan Pesic, flottum málum og tveimum býttum ungarskum útvísingum, komu kroatar aftur.
Tað stóð á jøvnum 30-30, tá tíggju sekund vóru eftir, og Pesic bjargaði skoti frá kroystum ungara. Høllin kókaði, og takið fór nærum av, eftir at Srna snilt fann Marin Sipic, og strikuspælarin skoraði trygt, tá hallarurið vísti 59.58.
Ein ótrúgligur 1/4-finala í Zagreb og øðiligur fagnaður á spælarum hjá heimaliðnum og so at siga øllum rundanum teir (Myndir: EPA)
Ein nærum ótrúlig vend og við fjórða sigrinum á rað livir Kroatia enn í endaspælinum. Ein hálvfinala á heimavølli bíðar fríggjakvøldið.
HM-fjórðingsfinalurnar 2025
Í gjár, týsdagin 28. januar
Kroatia - Ungarn 31-30 (16-16)
Frakland - Egyptaland 34-33 (18-14)
Hendan verður móti Fraklandi, sum fyri fyrstu ferð í kappingini veruliga var í trupulleikum í gjár. Hetta var móti Egyptalandi, sum annars var aftanfyri við fýra málum í steðginum.
Frakland spældi uttan Nedim Remili og Dika Mem góðan part av 2. hálvleiki. Egyptar fingu bjargingar og fingu 7 móti 6 spælið at koyra heilt væl, og tað gjørdist ógvuliga tætt og spennandi seinastu løtuna.
Mem kom inn og skoraði tvey týðandi mál, men Egyptaland hekk í, og Yahia Omar javnaði, tá fýra sekund vóru eftir. Hetta var tó nóg mikið av tíð hjá evropameistarunum: Handawy var ikki komin heilt inn í málið aftur, og Luka Karabatic royndi seg av miðjuni. Bólturin náddi júst inn strikuna, klokkan vísti 59.59.7, og so var stórur fagnaður á fraklendingum. Egyptaland tapti enn einaferð eina fjórðingsfinalu á hjartaskerandi hátt.
Lættir og fegnir fraklendingar eftir teirra greitt harðasta dyst higartil. Liðið má metast at vera fyrsti avbjóðari hjá Danmark um HM-heitið (Mynd: EPA)
Frakland og Kroatia bresta saman í morgin, hóskvøldið, klokkan 20. Í kvøld verður greitt, hvørji lið koma í hina hálvfinaluna. Danmark er stórfavorittur í sínari - sum endaspælið hevur gingið, sær hin púra opin út á pappírinum, tó at favorittleikluturin liggur meira hjá meira royndu týskarunum.
HM-fjórðingsfinalurnar 2025
Í dag, mikudagin 29. januar:
16.30: Danmark - Brasil
19.30: Portugal - Týskland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald