Hondbóltur

HM-lutakast: Liðformaðurin og ítróttarstjórin vilja avgerða tað á heimavølli

Pauli Jacobsen og Mark Lausen-Marcher nevna eisini Serbia, Italia og Kekkia sum lið, ið Føroyar helst skulu sleppa undan. Lutakastið til røkkstøkkumfarið byrjar klokkan 13.30 - til ber at fylgja við á Portalinum.

Pauli Jacobsen og Mark Lausen-Marcher, her til U21 HM-endaspælið í Týsklandi í 2023, vilja aftur til eitt HM í Týsklandi. Tað hevur stóran týdning, er staðfestingin: - Har veðra góðir møguleikar at koma longuri, staðfestir málverjin, meðan ítróttarstjórin vísir til breiðari týdningin fyri føroysku spælararnar og tað rundanum (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Jacobsen og Mark Lausen-Marcher, her til U21 HM-endaspælið í Týsklandi í 2023, vilja aftur til eitt HM í Týsklandi. Tað hevur stóran týdning, er staðfestingin: - Har veðra góðir møguleikar at koma longuri, staðfestir málverjin, meðan ítróttarstjórin vísir til breiðari týdningin fyri føroysku spælararnar og tað rundanum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-31 07:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ellivu dagar eftir at EM-endaspælið endaði fyri Føroyar, við tapið móti Slovenia, skal sjóneykan av álvara setast á næstu stóru uppgávuna: HM play-off umfarið (røkkstøkkdystirnar)

Sí eisini: Føroyingar kendu ikki sína vitjunartíð í Oslo . men tíðin kemur aftur

Seinnapartin verður greitt, hvørjum føroysku menninir skulu stríðast um HM pláss í móti mitt í mai. Dystirnir verða spældir 13/14 mai og 16/17 mai: Ein heimadystur og ein útidystur.

Raðfylgjan verður avgjørd við lutakastinum seinnapartin, tá tað verður greitt hvørji lið møta hvørjum. Og júst tað at spæla á heimavøll seinna dystin kann fáa stóran týdning.

Hoyr eisini greining: Alt um lutakastið leygardagin: Ongantíð havt so góð kort á hondini at sleppa til HM

Hetta var serliga Mark Lausen-Marcher greiðir í. Portalurin tosaði við ítróttarstjóran í Hondbóltssambandinum, umframt landsliðsliðformannin, um lutakastið. Pauli Jacobsen var samdur í sínum fyrrverandi venjara - eisini tá teir skuldu seta orð á "marrumótstøðulið" - sí niðanfyri

[object Object]Mark Lausen-Marcher í "FM1 í Oslo-sendingini" dagin eftir søguliga sigurin á Montenegro. Hann og Tormóður P. Djurhuus vóru samdir í, at tað besta framvegis er í væntu fyri føroyskan hondbólt (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar kunnu møta eitt av  hesum liðunum - úr Potti 2:
Kekkia
Italia
Vinnarin í Bosnia & Herzegovina - Kosovo
Vinnarin í Georgia - Ísrael
Vinnarin í Ukraina - Slovakia
Vinnarin í Serbia - Litava
Vinnarin í Pólland - Lettland
Vinnarin í Turkaland - Rumenia
Vinnarin í Grikkaland - Belgia
Vinnarin í Finnland - Montenegro 

Liðini í potti 1 trekkja lið úr potti 2. Spælt verður einaferð á útivølli og einaferð á heimavølli - samanlagdi vinnarin fer víðari til HM-endaspælið í Týsklandi um eitt ár.

Sí eisini: Staðfest: Føroyar eru styrkismettar til HM-lutakastið leygardagin

Ynskilið og lið at sleppa undan: 

Pauli Jacobsen, málverji og liðformaður á landsliðnum: - Eg havi einki ynski sum so men vil gjarna sleppa undan Serbia, Póllandi, Italia og Kekkia.

Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóri í HSF: 

- Serbia má vera tað upplagda svarið uppá, hvat vit helst skulu sleppa undan: Serbiar eru ótrúliga sterkir. Annars kunnu nevnast Italia, Kekkia og Rumenia - um hesi londini koma víðari frá dystunum í mars. Eg trúgvi uppá møguleikan móti øllum, men har eru heldur eingir lættir dystir.

- Tað størsta ynski er at fáa heimavøll í seinna dystinum. Í seinastu HM-undankapping móti Norðurmakedónia sóu vit, at tað at enda á heimavølli kann hava stóran týdning - tó haldi eg eisini, at vit eru vornir nógv sterkari og klókari síðani og hava eisini fingið góðar royndir við frá tí upplivingini.

Vilt tú eisini hava heimavøll í seinna dystinum, Pauli?

Ja! Avgjørt

Hvat hevur tað at siga at spæla seg til HM-endaspælið:

Pauli Jacobsen: - Tað at koma til HM hevur alt at siga. Tað er ein kapping, har mótstøðan ikki altíð er líka hørð sum til EM. So har síggja vit betri møguleikar fyri at koma langt

Mark Lausen-Marcher- Tað er sjálvandi týðandi fyri víðari menningina. Tað er eingin ivi um, at tað at støðugt spæla í endaspølunum gevur royndir og eru eisini við til at skerpa øll kring liðið. Tað vísir seg eisini at geva teimum, sum dagliga spæla á nakað lægri stigi, "eitt boost" (tað stimbrar teir, red). Bæði í mun til at verða sæddir, men eisini sum ein staðfesting av, at teir hava stigið til at vera við.

Føroyar skulu bert spæla í 3. og seiansta partinum av HM-undankappingini, tí liðið var til EM-endaspælið og endaði nummar trý í bólkinum. Ein samanlagdur sigur í mai sendir mansliðið til sítt fyrsta HM-endaspæl nakrantíð (Týskland í januar 2027)

Lutakastið verður í dag, leygardagin 31. januar. Tað byrjar umleið klokkan 13.30 - helst verður sjált lutakastið nakað seinni. Til ber at fylgja við beinleiðis á Portalinum: Við bloggi (teksti) og við stroyming - leinkja/grein kemur út tíðliga seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder