Tað varð ein rímiliga dramatiskur HM-dagur í gjár, tá annar helmingurin av liðunum í meginumfarinum spældi 1. umfar.
Fyrsta av trimum umførum í meginumfarinum:
Bólkur III
Í gjár, mikudagin 22. januar
Brasil - Kili 28-24
Svøríki - Portugal 37-37
Noreg - Spania 25-24
1.Portugal 5 stig
2.Svøríki 4 stig
---------------
3. Brasil 4 stig
4. Spania 3 stig
5. Noreg 2 stig
6. Kili 0 stig
Brasil byrjaði dagin við at greiða sína skyldu, og síðani spældu Svøríki og Portugal málríkan javnleik, har málverjar og verjur ikki høvdu ein góðan dag. Svøríki nýtti ikki seinasta álopið nóg væl, og Portugal kann á pappírinum nýta javnleikin til meira enn sviar.
Noreg hevði knívin á barkanum, tá vertslandið fór á vøllin í Unity Arena. Eftir tapini fyri Brasil og Portgual í bólkaspælinum var trýstið á liðið og venjara øðiligt. Lítið bendi á, at hetta fór at venda, tá Spania var á odda 18-13 nakað inn í 2. hálvleik í illa spælda dystinum við nógvum mistøkum hjá báðum liðum.
Men so fór Noreg at spæla 7 móti 6 - og fekk spælið av álvara at flóta. Tobias Grøndahl úr GOG var við at ganga á odda, og gjørdist hann toppskjútti við 7 málum.
Tobias Grøndahl (Mynd: EPA)
Noreg kom á odda 25-24 og hevði harvið vent øllum. Spania hevði møguleika at javna í seinasta álopinum, men fekk tað ikki at hanga saman. Stór frøi á norðmonnum - ta neiliga var tó, at Sander Sagosen, sum hevði spælt væl í endaspurtinum, noyddist út við einum strekki í tjúkkanum. Stjørnan spælir tí helst ikki aftur í HM-endaspælinum.
Vertirnir skulu vinna hinar báðar dystirnar fyri at hava møguleika at koma í fjórðingsfinalurnar. Í annaðkvøld er Kili á skránni. Hini fýra liðnum í stríðnum um at koma víðari spæla innanhýsis dystir: Spania og Portugal í "iberiskum stríði", og Svøríki móti Brasil, har liðið hjá Michael Apelgren so at siga skal vinna.
Bólkur IV
1. Ísland 6 stig
2. Kroatia 4 stig
--------------------------
3. Slovenia 4 stig
4. Egyptaland 4 stig
5. Kap Verde 0 stig
6. Argentina 0 stig
Í gjár, mikudagin 22. januar
Slovenia - Argentina 34-23
Kap Verde - Kroatia 24-44
Egyptaland - Ísland 24-27
Viktor Hallgrímsson og Ísland góvu Egyptalandi nógv høvuðbrýggj í Zagreb, og íslendingar vunnu tann fjórða av fýra møguligum dystum í HM-endaspælinum. Tað eru bert Ísland, Frakland og Danmark, sum hava gjørt hetta.
Íslendingar hava staðið seg væl uttan Ómar Inga Magnusson, og kunnu spæla seg víðari við sigri á kroatisku vertunum í annaðkvøld, fríggjakvøldið.
Júst Kroatia, Slovenia og Egyptaland eru púra jøvn í harða stríðnum um plássini í 1/4-finaunum.
Viktor Gísli Hallgrímsson hevur verið ein múrur hjá Íslandi í hesum endaspælinum (Mynd: EPA)
Trý umfør eru, har liðini spæla móti teimum, ið tey ikki longu hava spælt ímóti í endaspælinum.
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki til fjórðingsfinalurnar. Í kvøld kunnu Danmark og Frakland endaliga spæla seg víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald