Í dag, mánadagin, kl. 17 skipar Hwarang Føroyar fyri móttøku fyri nýggja norðurlendska meistaranum í taekwondo, Høgna Kunoy Dávason, í Søldarfjarðar skúla.
Hwarang Føroyar luttók í kapping um norðurlendska meistaraskapið í Keflavík í vikuskiftinum. Aftrat venjaranum, Mathias Gabrielsen, hevði Hwarang Føroyar hesar íðkararnar við í NM:
Høgni Kunoy Dávason (Gull Junior A -59 Dreingir)
Dávid Á Lakjuni (Bronsa Junior A -59 Dreingir)
Signar Hansen (Kappaðist eisini í bólkinum Junior A -59 Dreingir)
Markus Davidsson Vazquez (Bronsa Cadet A -45 Dreingir)
Høgni vann gull í finaluni móti tí finska meistaranum. Áðrenn hevði Høgni vunnið á danska meistaranum. Serliga dysturin móti dananum var sera tættur og fór út í golden score - hesuferð vóru marginalarnir við Høgna, skrivar Runavíkar kommuna.
Dávid á Lakjuni vann kampin um 3. plássið greitt ímóti Íslandi og fekk tí bronsuna. Markus Davidsson Vazquez vann eisini bronsu.
Við megnar avrikinum í Keflavík í vikuskitinum hevur felagið í Søldarfirði nú tríggir danmarksmeistarar og ein norðurlendskan meistara í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald