Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag vann í gjár fyrsta FM-heitið í kviktelving.
Honum eydnaðist í umdysti í Løkshøll við stórmeistaran Helga Dam Ziska at tryggja sær sigurin. Tá kappingin var av stóð á jøvnum teirra millum í oddanum. Báðir høvdu átta stig eftir níggju umfør. Reglurnar eru soleiðis, at tá skal umdystur telvast. Helgi hevði annars vunnið talvið teirra millum í kappingini, og átti tí munin í mótstøðustigum. Men umdystur var ásettur, og hann vann Høgni 1½-½ eftir tvey talv.
Hetta man vera fyrstan ferðin, síðani Helgi gjørdist stórmeistari, at hann hevur verið við undirlutan móti øðrum føroyskum telvara í týðandi kappingartalvi. Í sjálvari høvuðskappingini tapti Helgi fyri Martini Poulsen. Í snarkappingini fríggjadagin, sum Helgi vann, tapti hann eittans talv - eisini fyri Høgna Egilstoft Nielsen. Spurningurin er tí, um ungi sandavágsmaðurin av álvara er farin at taka kappingina upp við okkara stórmeistara.
Teir fremstu fimm í kvikkappingini í dag vóru hesir:
FM-kviktelving 2019
1 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8 stig
2 Helgi Dam Ziska, HT 8
3 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 7
4 Sjúrður Thorsteinsson, HT 6
5 Martin Poulsen, HT 6
Í alt vóru 36 luttakarar.
Hetta var sum sagt fyrsta ferðin, at kappast var um eitt alment FM-heiti í kviktalvi - á enskum nevnt rapid chess. Snartelving - á enskum blitz - er eldri í Føroyum sum aðrastaðni. Telvað hevur verið á hvørjum ári síðani 1980 um føroyameistaraheitið í snartalvi. Fyrr var vanligt í snartalvi, at hvør telvari hevði fimm minuttir í part.
Í yvirlitinum niðanfyri sæst, at Helgi fyrradagin vann sítt fjúrtanda FM-heitið í snartalvi. Vert er at geva gætur, at fleiri við sama eftirnavni hava vunnið meistaraheitið í hesari serstøku talvgrein. Talan er um pápan Andrias, pápabeiggjarnar Súna og Bjarka og trímenningin Boga av Strondum.
FM-vinnarar í snartalvi 1980-2019
1980 Bjarki Ziska, HT
1981 Súni Ziska, HT
1982 Bjarki Ziska, HT
1983 Andrias Ziska, HT
1984 Jens Chr. Hansen, TT
1985 Bogi Ziska, STF
1986 Torkil Nielsen, ST
1987 Leif Kristensen, GT
1988 Heini Olsen, KTF
1989 Heini Olsen, KTF
1990 Steintór Rasmussen, KTF
1991 Heini Olsen, KTF
1992 Heini Olsen, KTF
1993 Heini Danielsen, HT
1994 Ólavur Simonsen, KTF
1995 Martin Brekká, TFS
1996 Torbjørn Thomsen, KT
1997 Carl Eli N. Samuelsen, VT
1998 John Rødgaard, VT
1999 Eyðun Nolsøe, KTF
2000 Finnbjørn Vang, KTF
2001 John Rødgaard, VT
2002 John Rødgaard, VT
2003 John Rødgaard, VT
2004 Helgi Dam Ziska, HT
2005 Helgi Dam Ziska, HT
2006 Helgi Dam Ziska, HT
2007 Helgi Dam Ziska, HT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Helgi Dam Ziska, HT
2010 Helgi Dam Ziska, HT
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 John Rødgaard, VT
2013 Helgi Dam Ziska, HT
2014 Helgi Dam Ziska, HT
2015 Helgi Dam Ziska, HT
2016 Helgi Dam Ziska, HT
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2019 Helgi Dam Ziska, HT
Langt talvvikuskifti
Hetta vikuskiftið hevur verið telvað í Løkshøll fríggjakvøld og leygardag, og sunnudagin 1. desember verður tørnað til aftur á teimum 64 puntunum um alt landið.
Dystirnir í fimta umfari í øllum trimum deildunum í landskappingini verða telvaðir í dag. Dystirnir, sum allir byrja klokkan 14.00, eru hesir:
1. deild:
Havnin-Sandavágur
Vestmanna-Kollafjørður
Havnin B-Klaksvík
2.deild
Runavík-Sandavágur
Klaksvík-Gøta
Havnin-Kollafjørður
3.deild
Vestmanna-Toftir
Runavík-Klaksvík
Sandavágur-Havnin
Rókur-Havnin B
Sandavágur B-Kollafjørður
Oddabrak
Mesti spenningurin í dag stendur millum oddaliðini í 1. deild, Sandavág og Havnina, sum nú bresta saman í fyrra sínamillum dystinum. Vágamenn hava longu vunnið sær høgliga leiðslu eftir fyrstu fýra umførini. Sandavágs Talvfelag hevur 15 stig og Havnar Telvingarfelag 11½ stig.
Ein ávísur spenningur er eisini um, hvussu borðini verða mannað í toppdystinum. Vit gita, at á 1. borði hittast teir báðir aftur, sum í gjár telvaðu finaluna um FM-heitið í kviktalvi - Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska.
Hjá havnarmonnum hevur nógvur gjóstur verið á liðnum, tí ikki færri enn níggju telvarar hava eftir tørni mannað tey fýra borðini higartil. Sandavágsmenn hava tvær ferðir havt einstakan avloysara fyri grundkjarnuna á liðnum, sum Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen manna.
Havnarmenn hava heimadyst móti Sandavági í dag. Telvað verður í Gula Skúla við Landavegin. Í alt eru tíggju umfør í landskappingini. Dystirnir í dag eru teir seinastu fyri jól. Landskappingin fyri lið endar 20. mars 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald