Hondbóltur

Høgni Højsted: - Hetta er næstan óbeskriviligt

Eg eri nokkso glaður fyri at eg fekk reyða kortið, heldur enn Ísak. - Eftir vónbrotið í Kroatia og at koma við uppá "wildcard", er hetta deiligt, sigur maðurin sum sat uttanfyri í hálvfinaluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-29 19:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): - Ein fingur í eyga hóskvøldið gjørdi, at Høgni Højsted noyddist at sita uttanfyri í HM-hálvfinaluni fríggjakvøldið.

Nú var eyga so mikið batnað, at tað bar til at spæla bronsudyst.

[object Object]

[object Object]
Soleiðis sá Høgni Højsted út fríggjadagin. Hann var hovin, og tað bankaði, tá høgri bakkurin royndi at renna (Mynd: Sverri Egholm)

Høgni Højsted kom inn nakað inn í dystin og dekkaði ógvuliga væl sum "tvey'ari" á bakkinum. Hann skoraði eisini eitt gott mál - uppá sítt einasta skot - men eftir 40 minuttir var galið.

Eftir eitt skump, sum helst ikki var neyðugt at geva meira enn tveir minuttir fyri, fekk Høgni Højsted beinleiðis reytt kort.

- Eg tók tað kanska eitt sindur fyri Ísak, heldur hann fyri eitt sindur skemtandi...men eri glaður fyri at tað var eg, og ikki hann, sum fekk reytt kort.

Sí eisini: Ísak: - Hetta var pent sagt forferdeligt - men glaður fyri at tað var eg

Liðspælarin gleðir seg nú til bronsuheiðursmerki, heiðran og summarfrí - og tað stendur væl til við eyganum.

Hoyr samrøðu ovast 

--------------------------------------

HM bronsudystir
Sunnudagin 29. juni, Arena Katowice
Føroyar - Svøríki 27-26 (12-12)

Les eisini: Føroysku U21-menninir koma heim við HM-bronsu um hálsin

----------------------

Dystargongdin í bronsudystinum

5 min: 2-4
10 min: 4-5
15 min: 6-7
20 min: 8-10
25 min: 10-12
30 min: 12-12
35 min: 17-16
40 min: 20-17
45 min: 20-18
50 min: 22-19
55 min: 25-21
60 min: 27-26

Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún: 9 (1)
Ísak Vedelsbøl: 6 (1)
Trúgvi Hávardsson: 2 (2)
Óla Jákup Gaard Olsen: 2
Rókur Ziskason: 2
Tóki Friðriksson: 1
Sofus í Selvindi Nattestad: 1
Niklas Gaard: 1
Búi Djurhuus Poulsen: 1
Høgni Heinason: 1
Høgni Højsted: 1

Bjargingar:
Aleksandar Sasha Lacok: 17 (36%) - Dagsins maður

Sí eisini: Sasha var besti maður í bronsusigrinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder