Klokkan 16.00 í dag verður farið undir sjeynda og síðsta umfar í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Fyri síðsta umfar stendur á jøvnum í oddanum millum Høgna Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum møtast í síðsta umfari.
Innanhýsis dysturin teirra millum verður tí ein beinleiðis FM-finala. Vinnarin verður føroyameistari. Endar talvið javnt, verður umdystur teirra millum í morgin.
Í sætta umfari í morgun vann Luitjen á Andriasi Danielsen, meðan Høgni mátti sættast við remis móti Rana Nolsøe.
Støðan í Landsliðsbólkinum fyri síðsta umfar:
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 6 stig
Luitjen Akselsson Apol 6
Heðin Gregersen, KTF 4
Rani Nolsøe, KTF 3
Heiðrikur Jacobsen, HT 2½
Andrias Danielsen, TT 2
Hans Kristian Simonsen, KT 1½
Margar Berg, HT 1
Telvað verður í Løkshøll í Runavík. Til ber at fylgja við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald