Annað

Høllin við Streymin reist í gjár

Hetta er fyrsta ítróttarhøllin í Sunda kommunu.

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-07-04 14:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinnapartin 3. juli var søguligur dagur á Oyrarbakka tí høllin við Streymin varð reist. Hetta er fyrsta ítróttarhøllin í Sunda kommunu og er hon 1700m2 til støddar. Samlaða íløgan fyri skúlan og ítróttarhøllina er 100 milliónir.

BRIM arkitektar hava teknað. Høvuðshugskotið er at laga nýggja skúlan og ítróttarhøllina til lendismunin ímillum vegin og verandi skúla.   

Á ovastu hæddini er skúlin útbygdur við 1700m2 í tveimum lonum kring ein miðgarð. Hetta bindur skúladeildirnar betur saman og veitir ljós úr øllum ættum. Sjálvur miðgarðurin er eitt áhugavert útirúm til spæl og samveru.

Á miðhæddini er, umframt lærarahølir, eisini felagsøki og matarstað til næmingar. Miðhæddin er eisini forhøll til ítróttarhøllina, og er ætlað til almenna nýtslu uttanfyri skúlatíð.

Á niðastu hæddini er gólvið í ítróttarhøllini. Ítróttarhøllin er sera væl egnað til skúlaítrótt, hondbólt og eisini til onnur mentanarlig tiltøk. Ítróttarhøllin rúmar áleið 400 áskoðarum.

Jóan Petur Vang, byggimeistari er høvuðsarbeiðstakari. Arbeiðið gongur væl, skrivar kommunan. Eftir ætlan verður verkætlanin avhendað Sunda kommunu á vári 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder