Dagin eftir flotta avrikið móti einum av heimsins fremstu hondbóltstjóðum, sluppu nógv børn og ung at heilsa uppá føroyska kvinnulandsliðið.
Tað var eisini møguleiki til tess eftir dystin í gjár - sum myndir niðanfyri millum annað vísir, har fleiri vilja hava autograf frá Elsu Egholm - og í dag varð skipað fyri stórari vitjan í skúla í Hoyvík.
Ein av eyðsýndu spælarunum hjá Føroyum í gjár, Elsa Egholm, hevði eisini úr at gera eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Elsa Egholm: Tungur - men stuttligur dystur
Sjey av spælarunum í núverandi landsliðshópi hava gingið í júst Hoyvíkar skúla, skrivar HSF: Bjarta Johansen, Jana Mittún, Karin Egholm, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Annika Fríðheim Petersen, Brynja Høj og Elsa Egholm.
Júst Jana Mittún segði nøkur orð um, hvussu tað er at vera landsliðsleikari og yrkisleikarin í einari av teimum bestu deildunum í heiminum. 20-ára gamla hoyvíkskvinnan varð toppskjútti í dystinum í gjár við átta málum.
Sí eisini:
Flúgvandi Jana var toppskjútti á Hálsi
Jana Mittún: - Stórur munur á hesum dystinum og tí í Svøríki
Hondbóltssambandið skrivar, at børnini eisini fingu møguleika fyri at fáa autografar. Sí fleiri myndir niðanfyri.
Børnini flokkast um landsliðsspælararnar (Myndir: Hondbóltssamband Føroya)
Føroyska kvinnulandsliðið hyggur nú fram móti uppgávuni móti Íslandi, sunnudagin. Í dag klokkan 17 verður ein løtt venjing á skrá, áðrenn flogið verður til Íslands í morginárini. Avgerandi dysturin um EM-pláss er á skránni sunnudagin klokkan 16. Portalurin verður við á ferðini.
Sí eisini: Føroyar liggja væl fyri undan seinasta umfari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald