Hondbóltur

Hondbólturin byrjar aftur í dag

Fýra dystir í bestu kvinnudeildini og ein í bestu mansdeildini verða spældir í dag. Fylg við livescore á Portalinum.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-13 12:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kappingarárið í hondbólti byrjar aftur í dag. Í bestu kvinnudeildini verða fýra dystir leiktir og hjá monnum verður ein dystur leiktur.

Bæði hjá kvinnum og monnum brustu Kyndil og H71 saman í stórsteypadystinum um Lionsbikarið síðsta sunnudag.

Kyndil vann bæði Lionsbikørini. Kyndilskvinnurnar vunnu 35-33 eftir at H71 var frammanfyri 16-12 í steðginum.

Hjá monnum vann Kyndil 24-23, og støðan í steðginum var 13-10.

SMS kvinnur 1. umfar
StÍF - H71 (leyg. kl. 14:00)
EB - VB (leyg. kl. 15:00)
Stjørnan - Neistin (leyg. kl. 18:00)
Kyndil - VÍF (leyg. kl. 18:00)

Burn menn 1. umfar
StÍF - H71 (leyg. 16:00)
Team Klaksvík - Neistin (sun. 16:00)
Kyndil - VÍF (sun. 18:00)

--

Eins og í fjør, hevur Portalurin beinleiðis støður frá hondbóltsdystunum í bestu deildini í livescoretænastuni. Hetta í samstarvi við HSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder