Seinasta heiðurslønin á Ítróttafagnaðinum í Løkshøll í kvøld var Ítróttarnavnið 2023.
Tað gjørdist føroyska A-landsliðið hjá monnum í hondbólti sum varð kosið ítróttanavnið 2023.
Hetta var fyri ótrúliga bragdið at vinna seg til EM endaspælið, sum í januar var í Týsklandi.
Í uppskotið vóru annars KÍ fyri at spæla seg í bólkaspælið í Conference League, og snarljósið Jónas Gunnleivson Isaksen.
--
A-landsliðið hjá monnum í hondbólti
Gongdin í føroyskum hondbólti hevur verið sera góð seinastu árini. Kortini var árið 2023 ein marknaðarsteinur, tí A-landsliðið hjá monnum vann sær pláss í EM-endaspælinum í januar 2024. Hetta er fyrstu ferð eitt føroyskt lið hevur rokkið einum endaspæli.
Allir føroysku leikararnir spæla longu – ella eru á veg at spæla – yrkis- ella sáttmálahondbólt. M.a spæla tveir teirra í toppliðum í Bundesliguni í Týsklandi, sum verður mett at vera fremsta hondbóltsdeildin av øllum.
At eitt føroyskt A-landslið skuldi spæla eitt EM endaspæl var bara fyri fáum árum síðani púra óhugsandi. Fyri føroyskan hondbólt kann týdningurin av hesum bragdið ikki lýsast við orðum. Og fyri føroyskan ítrótt sum heild er hetta somuleiðis ein áminning um týdningin av at seta sær høg mál og síggja møguleikar heldur enn forðingar.
Fyri ótrúligu og søguligu avrikini verður A-landsliðið í hondbólti tilnevnt til ÍtróttaNAVNIÐ 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald