Seinni í mánaðinum skal kvinnulandsliðið aftur royna seg í einari Nations League-kapping. Síðst í 2023 var fyrsta útgáva av kappingini hjá kvinnum. Tá spældu Føroyar fleiri heilt tættar dystir - móti serliga Kýpros og Aserbadjan - men fingu einki stig.
Hetta vil man øðrvísi hesaferð. EM-undankappingin í fjør endaði væl. Hetta við heimasigri á Montenegro og greiðum sigrum á Andorra.
Seinastu tvær kappingarnar hevur Signe Pries Andersen verið høvuðsvenjari. Samstarvið millum hana og Fótbóltssambandið endaði tó síðst í 2024, og Pætur Smith Clementsen er fyribils venjari.
Núverandi tekniski stjórin í FSF hevur áður stjórnað føroyska kvinnulandsliðnum. Nú hevur Pætur Clementsen tikið 20 spælarar út til fyrstu dystirnar í Nations Lague.
Fríggjadagin 21. februar klokkan tekur Slovakia ímóti á Antona Malatinskeho Stadion í Trnava, og fýra dagar seinni, týsdagin 25. februar, spæla Gibraltar og Føroyar á Europa Point Stadion.
Slovakia er hægst styrkismetta liðið í bólkinum - Gibraltar tað lægsta. Føroyar og Moldova liggja í millum har.
- Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Slovakia nummar 49 í heiminum, Føroyar eru nummar 110, Moldova nummar 131, meðan Gibraltar í løtuni er á 185. plássi av teimum 195 londunum, sum eru á FIFA listanum, skrivar fsf.fo.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar eisini, at av teimum 20, ið eru boðsendar hesaferð, er eitt spildurnýtt navn í hópinum. Talan er um Jancy Mohr úr KÍ. 19-ára gamli miðvallarspælarin hevur seinastu árini verið føst á KÍ-liðnum
Jancy Mohr við bóltinum fyri KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hópurin til fyrstu Nations League-dystirnar:
Gunnvá Lützen, HB (málverji)
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ (málverji)
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)
Allar á føroyska liðnum eru í uppstartinum av einum kappingarárinum. Talan er sum heild um eitt ungt lið.
Aldursforsetin er Heidi Sevdal. Eftir at greipan kom í hús í fjør, segði NSÍ-profilurin og ársins spælari við Kringvarpið, at hon við 90 prosent vissu fór at gevast at spæla fótbólt. Sum tað sær út skal Heidi, ið er metmálskjútti á A-landsliðnum, tó spæla A-landsdystir seinni í februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald