Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur nú úttikið hópin, sum í juli mánað skal til NM-kapping í Danmark. Tað skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.
Árliga NM-kappingin fyri U17-landslið við gentum verður spæld í Kolding í Danmark í døgunum 4.-13. juli. 19 gentur eru úttiknar til kappingina.
Í november skulu genturnar eisini til EM-undankapping í Slovakia, og umframt vertslandið og Føroyar, er Ísrael eisini við í bólkinum.
Hópurin til NM
Brynhild Janusardóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Marita Lisberg, EB/Streymur
Anna Katrina Mikkelsen, Skála
Sólja Ernstdóttir, Skála
Katarina Mikkelsen, Skála
Jórun Namja Patawary, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Gunnva Lútzen, HB
Fríða Jakobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Lea Tórarenni, HB
Teresa Jacobsen, HB
Anna Stóra Carlsen, HB
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Jonhild á Sondum, B68
Estrid K. Mørkøre, FC Hoyvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald