Fótbóltur

Horsens misti sigurin í yvirtíðini

Hallur Hansson spældi ein hálvan tíma í javnleikinum ímóti OB.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-04 18:15 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tað sær alsamt meira trupult út hjá Horsens at varðveita plássi í Superliguni. Í dag tóku Hallur Hansson og liðfelagarnir ímóti OB í fyrsta dystinum í endaspælinum. Eftir at hava leikt tríggjar landsdystir fyri Føroyar uppá eina viku byrjaði Hallur Hansson dystin á beinkinum, men varð skiftur inn tá ein hálvur tími var eftir at leika.

Tá sá leingi út til at Horsens fór at vinna sær trý týðandi stig, eftir at Jonas Thorsen hevði lagt heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki, men í yvirtíðini javnaði Issam Jebali fyri OB til endaliga úrsliti 1-1.

Horsens hevur nú 11 stig upp til Vejle, sum liggur omanfyri strikuna. Velja hevur hevur tó leikt ein dyst færri enn Horsens. Viljormur Davidsen og Vejle spæla týsdagin á útivølli ímóti Lyngby, sum liggur á 11. plássi, fýra stig aftanfyri Vejle.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder