- Tað er tómt, og eg eri vónbrotin vegna hópin og øll rundanum. Vit megna ikki at loysa út, tað sum B36 ynskir. Men tað nyttar ikki at fella í fátt.
Hetta staðfestir Magne Hoseth, sum tó fær smílið fram eftir 0-1 tapið fyri Auda á heimavølli í kvøld. Samanlagt endaði tað 0-3, og tað vísir eisini, at lettiska liðið hevði hetta uppiborið.
- Vit betra um ymiskt eftir steðgin, men samanlagt vantar okkum góðsku, í mun til hesa uppgávuna.
Magne Hoseth hevði eitt langt Evropa-ævintýr við KÍ í fjør. Nú hyggur 48-ára gamli norski venjarin fram ímóti evropeiskum stríði:
- Vit skulu hugsavna okkum um at gerast betri, at jagstra NSÍ og at vera í so góðum standi sum gjørligt til steypafinaluna.
Hoyr samrøðuna við Magna Hoseth omanfyri.
Sí eisini: Video: Árið hevur verið miseydnað higartil
Sí eisini: Myndir: B36 varpað úr Conference League
UEFA Conference League 1. umfar, seinni dystur
Mikukvøldið 17.07 klokkan 18 á Tórsvølli
B36 - FK Auda 0-1 (0-0) - 0-3 samanlagt
B36 (3-5-2): Silas Eyðsteinsson - Jann Benjaminsen (L), Vilmer Rönnberg, Thomas Lillo - Símun Sólheim, Anton Søjberg, Mattias Hellisdal, Michal Przybylski, Fabian Østigård Ness - Hannes Agnarsson, Zean Peetz Dalügge
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Bjarki Nielsen, Marius Kryger Lindh, Gutti Dahl-Olsen, Jelle van der Heyden, Tobias Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald