
Hósvíkar Róðrarfelag hevur í eina tíð arbeitt við ætlanum um at byggja eitt nýtt róðrarneyst. Á aðalfundinum í gjár, bleiv verkætlanin løgd fram fyri limum, og næsta stig er at fremja projekteringina og tryggja fígging til byggingina.
Nýggi bygningurin skal vera karmur um kappróður, sjóvarítrótt og annað virksemi, ið stuðlar undir ítróttalívið í Sundalagnum.
Talan er um eitt stórt framstig, sum fer at skapa eitt hent og nútímans umhvørvi til bæði royndar og nýggjar rógvarar, eins og onnur, ið virka innan sjóvarítrótt. Hetta verður eisini ein møguleiki at styrkja venjingarumstøðurnar og menningarmøguleikarnar hjá íðkarum í økinum.
Nýggja neystið verður ein miðdepil fyri kappróður, men fer samstundis at hava karmar til fundar- og skeiðsvirksemi, sum fer at gagna bæði felagnum og nærumhvørvinum. Harumframt er ætlanin at skapa rúm fyri tiltøkum, sum kunnu stuðla undir ferðavinnuna, við at nýta neystið til framsýningar, upplivingar og onnur tiltøk.
Róðrarneystið hava ZETA arkitektar teknað, og sniðið á bygninginum er tekna við íblástri úr føroyska kappróðrarbátinum, umframt hvussu ein alda brýtur. Bygningurin er teknaður soleiðis, at hann bindur sjógv og land saman í eina eind.
-
Hendan myndin vísir verðandi og nýggja neystið (Mynd: Hósvíkar Róðrarfelag)
-
(Mynd: Hósvíkar Róðrarfelag)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald