- Vit vóru ikki klár yvir, at tú skuldi søkjast um loyvi fyri at gentur sluppu at spæla við dreingjunum.
Tað sigur Hanna Helena Weihe Simonsen, sum er umboðsfólk fyri SÍ. Fyrr í ár vórðu dreingir 15 hjá SÍ dømdir at tapa tveir dystir í landsskappingini, tí teir høvdu eina gentu á liðnum. Tað var torført at manna lið, tí máttu dreingirnir spæla við einari gentu.
Les eisini: Dømdir at tapa dystir - gentur á liðnum
- Men vit hildu ikki tað var aktuelt at søkja um loyvi til hetta í dreingir 15 kappingini, sigur umboðskvinnan hjá SÍ. Hon sigur at dystirnir, sum tey eru dømd at tapa, kunnu enda við at blíva týdningarmiklir fyri liðið, tí hetta eru teir einastu dystirnir, sum liðið hevur tapt í ár.
- Men vit høvdu ikki fylgt reglunum, tí var hetta fyri sovítt í ordan, leggur hon afturat.
Kann vera bæði ringt og gott
Hanna Helena heldur, at tað kunnu vera bæði fyrimunir og vansar við, at gentur ikki sleppa at spæla við dreingjunum, uttan so at dreingirnir ikki klára at manna lið.
- Tað kann sjálvandi vera keðiligt, um tú heldur dreingjunum á bonkinum, sigur hon og greiðir frá, at tað hevur verið trupult at fáa dreingir at spæla flogbólt.
- Men hinvegin átti tað ikki at veri ein fyrimunir at hava gentur á liðnum, tá talan er um hendan aldursbólk, sigur Hanna Helena. Hon sigur, at tá børnini eru yngri, eru minni munur á kroppsligu styrkini ímillum gentur og dreingir. Men tá tey blíva eldri, eru dreingirnir vanliga kroppsliga betri fyri enn genturnar, tí verður tað ikki ein fyrimunur at hava gentur á liðnum.
Eftir at SÍ varð dømt at tapa tveir dystir, søktu tey beinavegin um loyvi at brúka genturnar, tí at tey annars ikki kláraðu at manna lið.
- Vit fingu loyvi og hava eisini brúkt eina gentu síðani tá, sigur hon. Hon sigur eisini at tey ikki, eins og TB, sum bíðaði 80 dagar eftir svari, máttu bíða leingi eftir, áðrenn loyvið var givið.
- Vit fingu svarið beinavegin, staðfestir hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald