Kappróður

Hvessingur føroyameistari við fullum stigatali

Við 49 stigum staðfesti Hvessingur FM-heitið á ólavsøku í dag.

2019-07-28 17:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Manningin á Hvessingi úr Hvalvík og Streymnesi hevur vunnið allar róðrarnar í alt summar, og ólavsøkuróðurin var einki undantak.

Aftur í dag vunnu teir, og púra trygt eisini. Undan róðrinum í dag høvdu teir tryggjað sær FM, og við sigrinum í dag staðfestu teir suverana summarið hjá teimum.

6 mannafør menn
1. Hvessingur 04.26.47
2. Gongurólvur 04.32.27
3. Kollfirðingur 04.33.01
4. Herningur
5. Lómur
6. Strálan

Endaliga støðan
1. Hvessingur (49 stig)
2. Gongurólvur (38 stig)
3. Herningur (31 stig)
4. Kollfirðingur (24 stig)
5. Strálan (18 stig)
6. Jarnbardur (15 stig)
7. Lómur (8 stig)
8. Riddarin (7 stig)
9. Frúgvin (2 stig)
10. Páll Fangi (0 stig)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder