Leygardagin 6. apríl hava vit opið hús á Tórsbreyt. Orsøkin er, at ÍSF fyllir 80 ár og hava ítróttarfeløgini kring landið opið hús í hesum sambandi.
Í Hvirluni hava vit opið hús í tveir tímar, frá kl. 11 til 13.
Skrá:
Kl. 11 til 12: Rimarenning, Diskos, longdarlop og kúluvarp
Kl. 12 til 13: 100 metur, hamarkast, spjótkast, trýstøkk og hæddarlop
Barnavenjing er alt tíðarskeiðið.
Greinavenjing er opin fyri øllum. Endamálið er at vísa hvat ymsu greinarnar ganga út uppá. Hetta er skipa soleiðis, at tey sum luttaka uppliva og royna hvussu greinin verður vand. Síðani sleppa tey sjálvi at royna seg. Tað er bert møguligt at royna eina grein hvønn tíma.
Venjing er vælegna fyri:
- Tey sum eru forvitin eftir at síggja hvat frælsar er fyri nakað
- Tey sum hava íðka aðrar ítróttargreinar, men hava hug at royna okkurt nýtt
- Tey sum hava hug at vita um frælsar kunna hjálpa teimum víðari innan teirra egnu ítróttargrein
- Foreldur, sum vilja síggja og royna venjing sum børnini íðka
- Familjur, tí øll sleppa at verða við
- Bólkar og arbeiðspláss sum vilja hava eina stuttliga løtu
- og einhvør, sum hevur hug at røra seg eina løtu
Vit gleða okkum at vísa tykkum, hvat tað er vit fáast við til dagligt alt árið á Tórsbreyt.
- Hvirlan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald