Annað

Hvirlan heim við fimm heiðursmerkjum frá DM-ung

Farna vikuskifti var innandura DM fyri ung í frælsum ítrótti.

2019-02-28 15:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Farna vikuskifti var innandura DM fyri ung í frælsum ítrótti. Kappingin var í Skive, har nýmótans høll er bygd.

Hvirlan sendi fimm íðkarar til kappingina og vunnu tey hvør sítt heiðursmerki.

Hetta er triðja innandura kappingin felagið hevur verið til í vetur og úrslitini hava verið góð hvørja ferð. Heri Ziska, venjari letur væl at, og fegnast um at íðkarnir sýna støðuga framgongd.

Miso Buha hevur trýstøkk sum sergrein, og hóast sín unga aldur, hevur hann verið nær við at klára oyggjaleikakravið í ár. Til DM-ung eydnaðist tað tíverri ikki at finna teir seinastu sentimetrarnar, men til allar kappingarnar í vetur hevur Miso prógvað at grundstøðið er høgt og hesaferð var longsta trýstøkk 12,97 metrar sum rakk til bronsumerki.

Lýdia Poula Simonsen sum er kúluvarparpi, hevur føroysku metini í kúluvarp og klingrukast. Hon hevur longu klára oyggjaleikakrøvini og roynir nú eftir at stoyta kúluna yvir 11 metrar. Bæði í Reykjavík og í Gøteborg bøtti Lýdia um síni úrslit, men til DM-ung var stoytt ein tumma stytri, 10,71 metrar, hetta var tó nóg mikið til at vinna bronsuna.

Dánjal Dahl Ljósheim, sum rennur sprint og miðteinar, frá 400 metrar til 3000 metrar, royndi seg hesaferð á 400 metrum. Dánjal er nú í aldursbólkinum 18-19 ár og tí er talan um harða mótstøðu. Hetta nervaði tó ikki Dánjal, sum rann upp til sítt besta og setti persónligt met við tíðini 54,21 sekund og vann bronsumerki

Edna Maria Debes hevur altíð dáma væl at royna seg í fleiri greinum. Seinnu árini er tað tó lop sum hevur verið yndisgreinin. Edna Maria hevur eina tíð vant við lágum blussi, men síðan hon flutti til Danmark í lestrarørindum hevur hon gjørt meira við sína venjing. Endamálið við DM-ung hesaferð var at royna formin. Væl gekk, tí hon tekur seg fram til hvørja kapping og hesaferð eydnaðist henni at vinna bronsumerki í trýstøkk.

Børka Berg Jørgensen kappast í aldursbólkinum gentur 14-15 ár, men hevur longu megna úrslit sum kunnu samanberast við eldri aldursbólkar. Í Skive royndi hon seg í greinunum 60 metur rimarenning og trýstøkk. Í rimarenning staðfesti hon sítt grundstøði tá hon rann við tíðini 10,54 sekund sum er áleið hennara persónliga besta. Í trýstøkk vóru vónirnar til heiðursmerkið stórar. Børka var mett at vinna silvur. Á sjálvum degnum eydnaðist ikki at fáa tað at rigga, men kortini vísti Børka styrki og megnaði í sínum besta lopi at vinna sær silvur, bert 2 cm frammanfyri nummar trý.

Í vetur hevur Hvirlan verið fýra ferðir uttanlands á venjingarlegum og kappingum. Sjálvt um felagið er lítið, so rindar felagið ein part av stóru ferðaútreiðslunum, men íðkarnir mugu sjálvir rinda ein part. Felagið fær nakað av stuðli til ferðirnar frá m.ø. grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn og FÍF.

Sjálvt um kappast verður innandura og hini londini kunnu bjóða sínum íðkarum góðar umstøður, so venja føroysku feløgini úti alt árið. Hetta eru ikki optimalar umstøður, tí kavi, myrkur og vindur órógva venjingina. Íðkarnir hava trupult við at halda seg heitar og váta undirlagi og myrkri ger tað trupult at venja tekniska partin av ítróttargreinini. Vónandi verða stig tikin til at bøta um hetta áðrenn Føroyar verða vertur fyri oyggjaleikunum um fá ár.

- Hvirlan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder