2019-06-05 08:47
Fyri tíggjundi ferð skipar Hvirlan fyri Stuttleikum á Tórsbreyt. Stuttleikirnir verða settir sunnudagin. Børnini sleppa at royna bóltkast, longdarlop og sprint. Tiltakið er ætla sum spæl, so ongin vinnur, men øll stuttleika sær. Hetta er eisini í tráð við fólkaheilsuliga átakið ABC, har tað snýr seg um at verða virkin, hugbundin og saman.
Seinnu árini hava yvir 100 børn luttikið á leikunum. Tað eru tey ungu í Hvirluni sum skipa fyri og savna tey inn til eina venjingarlegu heima á Sandi í september. Tilmelding er á staðnum.
- Hvirlan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald