Í 2022 hevur Óli Mittún av álvara sligið sítt navn fast, bæði í Føroyum og uttanlands, og tað varð hann heiðraður fyri á Ítróttafagnaðinum í Norðurlandahúsinum í kvøld.
Ann Ellefsen tók ímóti heiðrinum fyri 17 ára gamla sonin, sum spælir hondbólt í Svøríki.
Óli Mittún er ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2022.
- Tað var eitt sindur løgið í byrjanini, men tað at hann býr saman við Eliasi systkinabarninum, ger tað nógv nemmari, segði Ann Ellefsen.
Man ivast nógv í um tað er ov tíðliga, og tað vil tað framvegis vera. Men hetta er os hansara dreymur. Higartil hevur tað gingið væl, segði Ann Ellefsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald