Annað

Hvistan 15 ár

Í sambandi við 15 ára degnum hjá ítróttafelagnum, verður skipað fyri heilsutúrum og móttøkum um vikuskiftið.

2020-09-29 19:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á Mikkjalsmessu 29. september rundar ítróttarfelagið Hvistan í Suðuroynni 15 ár.

Tað vóru eldsálir, sum prátaðu saman um at stovna eitt felag fyri rørsluáhugað í Suðuroynni, og stovnaðu tá Rørslufelagið Hvistan. Hvistan merkir at kvika sær.

Seinastu árini hevur nógv verið gjørt við at fáa fleiri limir, og at fáa fleiri við í tilboðini um at gera rørslu til ein part av gerandisdegnum. Í verandi løtu eru 4 venjingar um vikuna, umframt heilsutúrar 14. hvønn dag, eins og skipað verður fyri m.a kirkjurenning og hálvmaraton. Gjøgnum árið er eisini nógv annað spennandi á skrá.

Nú Hvistan rundar tey 15 árini, verða fyriskipaðir heilsutúrar hetta vikuskiftið; leygardagin 3 oktober, og síðan verður móttøka bæði á Tvøroyri og í Vági.

Í Vági verður heilsutúrurin frá Hotel Bakkanum kl. 11.00 og á Tvøroyri frá Glasstovuni kl.13.00. Túrarnir eru skipaðir soleiðis, at øll kunnu luttaka til gongu, rennandi, súkklandi ella trillandi. Øll byrja samstundis á sama stað. Leiðin verður løgd, og vit røra okkum í 15 minuttir ein veg fyri síðani at venda og leggja leiðina heim aftur, har byrjað varð.

Tá komið er á mál, verður móttøka við kaffi, kaku, vatni og frukt. Eisini verður drigið lut millum allar luttakararnar um gávukort.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder