Síðani 2017 hevur Hvistan skipað fyri hálvmarathoni í Suðuroynni undir heitinum "Føroya Sunnasta 1/2 marathon". Soleiðis verður aftur í ár, men tað verður ikki seinast í september, sum vanligt er. Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.
Orsøkin er, at Ítróttarsamband Føroya (ÍSF) hevur lagt upp til einar sokallaðar "føroyskar oyggjaleikir” í juli 2021, í samband við at eingir oyggjaleikir verða í ár. Vágur verður partur av hesum oyggjaleikum, og nú ger Hvistan, ið er kent fyri rørslu og heilsutiltøk í Suðuroynni, greitt at árliga marathon gongu ella rennitúrurin í ár verður í juli
- Vit hava tikið avgerð um, at okkara árliga 1/2marathon tiltak verur í ár leygardagin hin 10. juli. Teinurin er eisini ein annar enn undanfarin ár, men tiltakið vóna vit verður eins gott um ikki betri. Í ár verður skipað, fyri at luttakararnir kunnu skifta í hølunum á Vágseiði, og síðani koyrir bussur út á Leitið (omanfyri Porkeri). Har verður tiltakið sett ígongd, og liggur leiðin so inn til Vágs, og víðari til Lopra og út á Akrar, áðrenn so leiðin liggur inn aftur til Vágs, har málið er á við høllina á Eiðinum.
Mynd: Hvistan
Ætlanin er eisini at skipa fyri einum túri í hagan, og at tiltakið verður partur av nøkrum serstøkum døgum:
- Av tí at “føroyskir oyggjaleikir" eisini eru hetta sama vikuskifti, so vit gleða okkum til nakrar dagar við nógvum ítróttar og fríluftsvirksemi í Vági, har nógv samlast til mangt spennandi. Hvistan ætlar eisini at skipa fyri einum hagatúri í somu viku, sum oyggjaleikirnir og 1/2marathon er, so tað er upplagt at leggja sær leiðina suður til Suðuroyar fyrst í juli.
Tilmeldingin er byrjað inni á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald