Annað

Hvistan og Bubu við heilsurenning á Tvøroyri

BUBU venur til Royal Run og nú fáa familjur møguleika at renna við honum.

2019-03-20 21:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 22. mars er Sport24 á Tvøroyri karmur um fleiri tiltøk fyri alla familjuna.

Tað er í sambandið við at handilin hevur økt um handilshøli, at tey saman við Hvistuni og Klovninum BUBU, hava tiltøk fríggjadagin. 
 
Klovnurin BUBU, ið nýliga er komin við nýggjum ljóðlæru tilfarið steðgar ikki so, tí nú venur hann til stóra tiltakið Royal Run, ið verður í Klaksvík 1. juni.
 
Í samband við at BUBU venur til Royal Run, so hevur hann saman við Rørslufelagnum Hvistuni í Suðuroynni, skipa soleiðis fyri at ein túrur verður gjørdur á Tvøroyri fríggjadagin. Runnið ella gingið verður frá Sport24 inn móti FK, og út aftur á Tvøroyri eftir ovara veg, áðrenn leiðin so liggur aftur í Sport24, ið tá bjóðar vatn og frukt.
 
Tiltakið byrjar við at BUBU fer at finna fram renniskógvarnar í handlinum, umframt at fjasa og syngja, áðrenn hann saman við vónandi mongum bæði børnum og vaksnum, fer gongu- ella rennitúr.
 
- Hvistan
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder