Kl. 14:00: SÍ – Fleyr, kvinnur: Lagt verður fyri kl. 14, tá kvinnurnar hjá SÍ taka ímóti verandi føroyameistaranum Fleyr.
SÍ vann 3-0 í fyrru finaluni mikukvøldið, og vinnur SÍ aftur í dag, so er SÍ føroyameistari.
Vinnur Fleyr hinvegin – sama hvat settmunurin er – so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15.
Rajko Petrovic 200+ finalur
Venjarin hjá SÍ, Rajko Petrovic, var mánakvøldið í síni finalu nr. 200 í Føroyum, tá ið SÍ spældi finalu í kvinnuunglingadeildini og vann 3-1 á Fleyr.
Finalan í Føroya Tele-deildini í dag verður tann seinasta hjá Rajko, sum hevur boðað frá, at hann gevst sum venjari eftir finaluna.
Sí eisini:
FM verður avgjørt leygardagin
Sí var sannførandi í fyrru finaluni
Kl. 17:00: Mjølnir – Fleyr, menn: Fýrafaldi føroyameistarin Mjølnir stendur á gáttini til eitt søguligt fimta meistaraheiti á rað. Tað hevur eingin annar megnað í mansdeildini (kvinnurnar hjá Mjølni hava tó vunnið 8 meistaraheiti á rað frá 1981-1988).
Hóskvøldið vann Mjølnir sannførandi 3-0 á Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík í fyrru FM-finaluni, og Fleyr skal helst spæla sín besta dyst í kappingini, skulu klaksvíkingar basast í dag.
Báðir dystirnir verða vístir á Rás1 í Televarpinum og stroymdir her.
Sí eisini:
Fleyr fekk einki gjørt við Mjølnir í fyrru finaluni
Hagtalsliga mótbrekkan hjá Fleyr
Afturat tí at spæla ímóti góðum liðum, spæla Fleyr-liðini eisini ímóti hagtølunum í dag, tí enn er tað aldrin hent, at tað liðið, sum hevur vunnið fyrstu finaluna, ikki er vorðið føroyameistari.
Hagtalsliga mótbrekkan er tí brøtt hjá Fleyr-liðunum, sum noyðast at vinna fýra sett í dag fyri at vinna føroyameistaraskapin: fyrst trý sett í vanliga dystinum, og síðani eitt gullsett.
Gullsettið
Í 2010 var fyrsta ferð, at finalur vórðu spældar um føroyameistaraskapin í flogbólti. Áðrenn ta tíð høvdu øll føroyameistaraheitini verið avgreidd við vanligari landskapping.
Nógvar av finalunum hesi 12 árini hava verið minniligar, og sterkastar í minninum eru kanska tær frá 2021, sum báðar vórðu avgjørdar við gullsetti.
Henda skipan var sett í verk í 2016, og longu fyrsta árið varð gullsettið brúkt, eftir at Fleyr og Dráttur høvdu vunnið hvør sína finalu. Gullsettið vann Fleyr 16-14.
Árið eftir var tað aftur gullsett sum avgjørdi føroyameistaraheitið, tá menninir hjá SÍ vunnu 17-15 á Fleyr.
Í fjør var eisini neyðugt við gullsetti hjá kvinnunum, tá somu lið sum í ár vóru í finaluni. Tá vann Fleyr gullsettið 15-12.
Áðrenn gullsettið varð tikið í nýtslu í 2016, varð ein triðja finala spæld, um liðini høvdu vunnið hvør sín dyst. Fyrstu ferð tað hendi, var fyrstu ferð, at farið varð at spæla finalur í 2010. Menninir hjá SÍ og Mjølni vóru í finaluni og vunnu hvør sín 5-settara. Tí varð neyðugt við einum triðja og avgerandi dysti. Hann vann SÍ 3-0.
Bert eina aðra ferð eru tríggir finaludystir spældir. Tað var í 2015, tá kvinnurnar hjá TB vunnu triðja finaludystin 3-0 á Drátti.
Úrslitini, síðani farið varð at spæla FM-finalur í 2010:
2022 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala: Fleyr – SÍ 3-2 (18-25, 25-15, 21-25, 25-15, 16-14)
Seinna finala: Fleyr – SÍ 1-3 (25-19, 17-25, 22-25, 17-25)
Gullsett: Fleyr – SÍ 15-12
2022 menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra finala: Mjølnir – ÍF 3-1 (18-25, 25-23, 25-12, 25-19)
Seinna finala: ÍF – Mjølnir 0-3 (12-25, 25-27, 16-25)
2021 kvinnur: SÍ føroyameistari
Fyrra finala: Dráttur – SÍ 0-3 (14-25, 18-25, 15-25)
Seinna finala: SÍ – Dráttur 2-3 (25-21, 20-25, 23-25, 25-21, 12-15)
Gullsett: SÍ – Dráttur 17-15
2021 menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra finala: ÍF – Mjølnir 1-3 (14-25, 22-25, 26-24, 21-25)
Seinna finala: Mjølnir – ÍF 2-3 (25-21, 14-25, 23-25, 25-19, 17-19)
Gullsett: Mjølnir – ÍF 15-11
2020 kvinnur: Mjølnir føroyameistari*
Nr. 2: Dráttur
Nr. 3: KÍF
2020 menn: Mjølnir føroyameistari*
Nr. 2: SÍ
Nr. 3: Fleyr
*Hetta árið vóru ongar finalur, tí avgjørt var at enda kappingina, áðrenn hon var liðugt spæld, grundað á koronustøðuna, sum tá var. Avgørt var tí, at støðan í landskappingini júst tá, skuldi nýtast sum endastøða fyri kappingarárið.
2019 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala: Fleyr – SÍ 3-2 (23-25,25-20, 28-30, 25-23, 22-20)
Seinna finala: Fleyr – SÍ 3-2 (23-25, 25-23, 25-23, 29-31, 15-11)
2019 menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra finala: Mjølnir – Fleyr 3-1 (29-31, 25-23, 25-27, 25-19)
Seinna finala: Mjølnir – Fleyr 3-1 (27-29, 28-26, 25-22, 28-26)
2018 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala: Fleyr – KÍF 3-0 (25-17, 25-12, 25-11)
Seinna finala: Fleyr – KÍF 3-0 (25-20, 25-23, 25-11)
2018 menn: ÍF føroyameistari
Fyrra finala: ÍF – Mjølnir 3-2 (25-20, 25-18, 20-25, 20-25, 15-12)
Seinna finala: ÍF – Mjølnir 3-1 (25-19, 22-25, 25-22, 25-12)
2017 kvinnur: Dráttur føroyameistari
Fyrra finala: Dráttur - KÍF 3-0 (25-10, 25-21, 25-19)
Seinna finala: Dráttur-KÍF 3-1 (25-22, 19-25, 25-19, 25-23)
2017 menn: SÍ føroyameistari
Fyrra finala: Fleyr – SÍ 0-3 (22-25, 17-25, 22-25)
Seinna finala: Fleyr – SÍ 3-0 (25-18, 26-24, 25-22)
Gullsett: Fleyr – SÍ 15-17
2016 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala: Dráttur – Fleyr 1-3 (20-25, 10-25, 25-13, 13-25)
Seinna finala: Dráttur – Fleyr 3-0 (27-25, 25-23, 25-16)
Gullsett: Dráttur – Fleyr 14-16
2016 menn: SÍ føroyameistari
Fyrra finala: SÍ – Fleyr 3-1 (18-25, 25-14, 25-22, 25-19)
Seinna finala: SÍ – Fleyr 3-0 (25-21, 25-19, 27-25)
Í 2016 varð farið frá at spæla “best av trimum” til at spæla tvær finalur við møguligum gullsetti, um liðini høvdu vunnið hvør sín dyst.
2015 kvinnur: TB føroyameistari
Fyrsta finala: TB – Dráttur 3-2 (17-25, 15-25, 15-20, 25-17, 15-10)
Onnur finala: TB – Dráttur 1-3 (22-25, 25-19, 22-25, 23-25)
Triðja finala: TB – Dráttur 3-0 (25-22, 25-18, 25-18)
2015 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala: ÍF – Fleyr 3-1 (25-17, 25-11, 25-20, 25-10)
Onnur finala: ÍF – Fleyr 3-0 (25-15, 25-22, 25-20)
2014 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala: Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-18, 25-14, 21-25, 21-19)
Onnur finala: Mjølnir - Fleyr 3-2 (25-11, 22-25, 25-19, 22-25, 23-25)
2014 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala: ÍF – Fleyr 3-0 (25-21, 25-10, 25-23)
Onnur finala: ÍF – Fleyr 3-0 (25-15, 25-20, 25-15)
2013 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala: Mjølnir – SÍ 3-0 (25-21, 25-19, 25-15)
Onnur finala: Mjølnir – SÍ 3-0 (25-14, 25-14, 25-09)
2013 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala: ÍF – SÍ 3-1 (25-22, 25-19, 26-28, 25-14)
Onnur finala: ÍF – SÍ 3-1 (23-25, 25-19, 25-13, 25-17)
2012 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala: Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-27, 25-19, 25-18, 24-26, 15-08)
Onnur finala: Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-14, 25-22, 26-24)
2012 menn: SÍ føroyameistari
Fyrsta finala: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-20, 25-16, 25-14)
Onnur finala: SÍ – Mjølnir 3-1 (25-17, 20-25, 25-21, 25-13)
2011 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala: Fleyr – Mjølnir 1-3 (21-25, 24-26, 25-23, 21-25)
Onnur finala: Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-18, 23-25, 23-25, 25-06)
2011 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala: ÍF – Mjølnir 3-2 (20-25, 32-30, 21-25, 25-16, 20-18)
Onnur finala: Mjølnir – ÍF 1-3 (18-25, 19-25, 25-21, 16-25)
2010 kvinnur: SÍ føroyameistari
Fyrsta finala: SÍ – TB 3-1 (17-25, 26-16, 25-19, 25-22)
Onnur finala: SÍ – TB 3-1 (25-21, 25-13, 25-27, 28-26)
2010 menn: SÍ føroyameistari
Fyrsta finala: SÍ – Mjølnir 3-2 (19-25, 25-21, 28-30, 25-12, 15-09)
Onnur finala: SÍ – Mjølnir 2-3 (17-25, 25-19, 25-20, 22-25, 13-25)
Triðja finala: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-22, 27-25, 25-16)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald