Annað

Í dag verður fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki

Kappingin verður uttan áskoðarar í Høllini á Hálsi, men frá kl. 13 ber til at stroyma kappingina á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-30 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, leygardagin 30. januar, er fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki á skránni í Høllini á Hálsi í Havn.

13 lið úr Havnar Fimleikafelag, Fimleifelagnum Ljósinum, og Fimleikafelagnum Støkk hava meldað seg til kappingina, sum byrjar seinnapartin.

Vegna korona verður kappingin uttan áskoðarar, men kappingin kann tó stroymast umvegis heimasíðuna hjá Kringvarpinum, her.

Klokkan 13 byrjar kappingin fyri pinkur og smágentur, og klokkan 15 byrjar kappingin fyri gentur, unglingar og kvinnur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder